Fótbóltur
Leygardagin hevði Fótbóltssambandið fund við feløgini um kvinnufótbólt. Millum tað, sum var á skránni, var lutakast til steypakappingina hjá kvinnum.
FSF hevur gjørt av, at tey tey sterkastu liðini í kappingini í fjør, B36 og KÍ, sum eisini spældu finalu seinast, ikki kunnu spæla ímóti hvørjum øðrum fyrr enn í finaluni. Hetta skal sambært FSF tryggja, at finalan verður jøvn og áhugaverd.
Lutkastið lagaði tað soleiðis, at B36, sum er steypavinnari, skal spæla ímóti ÍF á heimavølli í fjórðingfinaluni. KÍ skal spæla á útivølli ímóti EB/Streymi. Hesir dystir verða tann 13. mars
30 spríl og 5. juni spæla feløgini tær tvær hálvfinalurnar, og 1. juli verður finalan spæld í Havn.
10 kvinnulið
Landskappingin í kvinnufótbólti hevur havt skiftandi eydnu seinnu árini, men í ár verður luttøkan í kvinnukappingini á góðari leið, tí 10 feløg hava teknað kvinnulið til.
Tá ið talið á kvinnuliðum broytist frá ári til ár, má FSF taka støðu til kappingarháttin mest sum á hvørjum ári.
Leygardagin varð eitt uppskot lagt fyri feløgini um, at tey 10 liðini verða býtt í 1. deild og 2. deild. Í 1. deild skulu verða feløgini KÍ,B36, GÍ, EB/Streymur, AB og SÍ, meðan Sumba, HB, NSÍ og ÍF skulu spæla í 2. deild.
Uppskotið fekk misjavna undirtøku, og FSF hevur nú fingið viðmerkingar frá feløgunum til uppskotið, sum skal viðgerast endaliga í næstum.
Steypakappingin hjá kvinnum
Innleiðandi dystir
1. GÍ-Sumba
2. EB/Streymur-SÍ
Fjórðingsfinalur, 13. mars
3. V2-KÍ
4. NSÍ-V1
5. AB-HB
6. B36-ÍF
Hálvfinalur (2 dystir), 30. apríl og 5. juni
7. V3-V4
8. V5-V6
Finala, 1. juli
9. V7-V8