Týr eftirlýsir ein bólk sum vil hita upp til konsertina ?Týr live? í Sjónleikarhúsinum í Havn verður ein standikonsert við einum av kendastu føroysku bólkunum uttanlands. Konsertin byrjar klokkan 21 í annaðkvøld.
Føroyingar kunnu uppliva ein av best dámdu rock bólkunum m í nýggjari tíð. Tað er tungmálmsbólkurin Týr sum vitjar heima á klettunum, og tann 13.novembur kann bólkurin upplivast í Sjónleikarhúsinum í Havn.
Týr limirnir verða at hitta í Tutl-handlinum í morgin millum frá 13 og 14.
Atgongumerki fáast hjá Tutl og hjá eBillett.fo. Kostnaðurin er einans 300 krónur. Einans 400 Atgongumerki vera seld til hesa standikonsertina.
Í samband við konsertina eftirlýsir Týr ein bólk til at hita upp til konsertina. Tey sum eru frísk uppá hetta kunnu ringja til telefonnummar 268899.