Fríggjakvøldið fer føroyski rockbólkurin Týr á pallin í Pumpehuset í Keypmannahavn. Har verður finalan í tónleikakappingini Melody Maker.
Týr skal kappast ímóti átta øðrum bólkum, og teir eru allir danskir.
Týr fær 20 minuttir á pallinum, og teir ætla sær millum annað at spæla Ormin langa.
Allir bólkarnir, sum eru við í finaluni, hava fingið 75 atgongumerki at selja, og Týr hevur selt øll síni atgongumerki. Útselt er til tiltakið.
Hetta kvøldið skal besti bólkurin kjósast, men harafturat skal besti sangari og besti sangur eisini finnast. Áskoðararnir sleppa eisini at siga, hvønn bólk teimum dámar best, og hesin bólkurin fær eisini eina virðisløn.
Tey, sum skulu døma í kappingini, eru millum annað tónleikarar og umboð fyri plátufeløg. Ein av teimum kendastu er Sasha Dupont, sum plagar at spæla klaver í Gita ein sang, sum verður send í SvF.
Vinningarnir í kappingini eru frá fimm og upp í 10 túsund krónur. Onkur sleppa eisini at spæla á kendari rockkonsert á høvuðsstaðarleiðini í summar.