Týr høvdu eina fína framførslu, tá teir spældu fyri størstu fjøldini higartil í kvøld. Kvæðarokkur og eldblásarar vóru á skránni, tá Týr spældu á Stóra Pallinum í Kirkjubø.
Leysliga mett, vóru nokk eini 5000 ? 6000 fólk savnaði, tá Týr leveraðu eina fína framførslu, sum innihelt tungar guitarar, tungar trummur og tvíræddaðan kvæðasang.
Eisini komu eldblásarar á pallin móti endanum, og hetta riggaði øgiliga væl til tónleikin. Óvanligt, men flott.
Týr leveraðu vøruna til fulnar, fingu samlað størstu fjøldina og rokkaðu Kirkjubø totalt.










