Í fjør vunnu kvinnurnar umborð á Havfrúnni allar sjey FM kappingarnar og harvið FM heitið. Og í góðveðrinum í Klaksvík seinnapartin hildu tær á Havfrúnni fram í sama stíli, sum tær vístu í fjør.
Tjaldrið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ legði bragdliga fyri, men tá ið málið var knappliga hálvrógvið settu tær á Havfrúnni orduliga á, og so var einki at rafla um. Havfrúgvin var eina bátslongd frammanfyri Teistin, sum aftur var eina stóra hálva bátslongd undan Ørnini og aftur Tjaldrið var væl frammanfyri Falkin.
Úrslit
5 mannafør kvinnur
1 Havfrúgvin 05:43.13
2 Teistin 05:46.10
3 Ørnin 05:48.23
4 Tjaldrið 05:50.18
5 Falkur 05:54.14









