StÍF I vann 25-22 á StÍF.
StÍF er botnproppur í bestu kvinnudeildini við einum stigi. At sjálvirðið er lágt í løtuni varð dyggiliga prógvað í kvøld, tá næstbesta liðið vann.
StÍF I er fremst í næstbestu deildini.
Í Klaksvík vann Stjørnan 21-16 á VB.
Kvinnuliðini, sum hava spælt seg í hálvfinaluna í steypakappingini, eru Tjaldur, Neistin, StÍF I og Stjørnan.