Út í rúmdina við provianti

Í nátt varð ein Falcon 9-rúmdarferja skotin út í rúmdina við mati og øðrum neyðsynjarvørum til teir tríggjar menninar, sum eru umborð á altjóða rúmdarstøøðini ISS. Rakettin varð skotin út frá Cape Canaveral-støðini í Florida, og hon skal eftir ætlanini bindast í rúmdarstøðina mikudagin.

Tað er tann privata fyritøkan SpaceX í Kalifornia, sum eigur rúmdarferjuna. Amerikanska rúmdarumsitingin NASA hevur gjørt sáttmála við fyritøkuna um at flúgva mat og annað út til ISS. Fyribils er sáttmáli gjørdur um 12 ferðir.

Nú amerikanararnir hava sett sínar rúmdarferjur, hevur NASA onga ferju at flyta útgerð ella fólk út til altjóða rúmdarstøðina við. Russar flyta fólkið aftur og fram - ella upp og niður.