Tónleikur
Rockbólkurin Týr skal í summar hava fleiri konsert heima og uttanlands.
Bólkurin var fyrr í ár í Íslandi og spældi á konsertum har, og nú sleppa teir eisini at royna seg í Danmark og í Noregi.
Farna vikuskiftið spældi Týr á útikonsert í Runavík, og fríggjakvøldið spæla teir í Vestmanna. 13. juli spæla teir í Hvalba, og 3. august eru teir ein av bólkunum, sum skulu spæla á stóru listastevnuni.
Tíðliga í august mánaði skal Týr spæla í Keypmannahavn, og her er upp á tal, at teir skulu spæla á kenda spælistaðnum Loppen.
Í oktober skulu teir til Oslo at spæla, og møguliga skulu teir spæla á fleiri konsertum í Noregi.
Umframt hesar konsertir verður arbeitt við fleiri konsertum í Íslandi, eins og ferðir til Svøríkis og Finnlands kunnu koma upp á tal seinni.