Tað var kvirt á spæliplássinum tætt við jarnbreytarstøðina í belgiska býnum Liége í gjár. Har plagdu tann sjey ára gamla Stacy Lemmens og 10 ára gamla vinkona hennara, Nathalie Mahy, at spæla hvønn dag, til tær brádliga hvurvu um kvøldið tann 9. juni. Í gjár vórðu tær funnar deyðar í einari grøv við jarnbreytina 150 metrar frá spæliplássinum.
Tá tíðindini bórust, sóust børn og vaksin leggja blómur og kveikja ljós fram við jarnbreytini. Í meiri enn tvær vikur høvdu tey bíðað og vónað, at genturnar fóru at koma afturíaftur, men í gjár fingu tey boðini, sum øll innast inni høvdu væntað at frætta.
Stacy Lemmens og Nathalie Mahy høvdu verið á gøtuveitslu saman við foreldrunum tann 9. juni. Foreldrini vóru farin inn á eina kaffistovu, og tær báðar genturnar spældu í einari hoppiborg uttanfyri. Fleiri hava funnist at foreldrunum, tí tey lótu genturnar spæla úti á náttartíð, tí klokkan var næstan trý, tá tey varnaðust, at genturnar vóru horvnar.
-Hetta er ein sorgardagur hjá okkum øllum. Vit vónaðu, at tær fóru at koma afturíaftur í øllum góðum, og vit kundu ikki sleppa vónini, segði borgarstjórin í Liége, Will Demeyer, eftir at hann hevði fingið boðini um lagnuna hjá teimum báðum gentunum.
Løgreglan hevur tikið ein 38 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava beint fyri gentunum, men hann noktar seg sekan. Hann varð sæddur uttan fyri kaffistovuna um kvøldið tann 9. juni. Fyri einum hálvum ári síðani slapp hann leysur úr einum fongsli eftir at hava sitið ein dóm, sum hann hevði fingið fyri at hava misnýtt børn kynsaliga.