Tór-Ingar Akselsen var ógvuliga vónsvikin av, at lið hansara 07 Vestur ikki fekk nakra úttøku á heimavølli ímóti B36 i dag, nú tað hevur gingið so væl á heimavølli fyrr í ár.
B36-málverjin, Tórður Thomsen hevði hinvegin alla grund til at fegnast um, at lið hansara, sum varð mannað við nøkrum hálvskaddum monnum, megnaði at fáa ein 3-0 sigur á útivølli í Sørvági.
Tað ber til at hoyra prátini Rás2 gjørdi við Tór-Ingar Akselsen og Tórð Thomsen í ljóðbrotinum undir greinini.