Tór Ingar Akselsen, liðskipari og veteranur hjá 07 Vestur var tá samanum kom nøgdur við at fáa tað eina stigið í Gundadali. Hann hevði vónað at fingið ein sigur, men dugdi at fegnast um, at 07 Vestur fyri fyrstu ferð í fleiri umførum hevur fingið stig aftur.
Tór Ingar veit einki at siga, um 07 Vestur fer at styrkja um hópin til seinnu hálvu. Hann og liðfelagarnar fara at dríva á víðari, og Tór Ingar heldur, at tað hevur gingið væl leikliga hjá 07 Vestur seinastu trý umførini. Tó gloymir hann ikki at senda málverjanum, Andras Gango ein vakran tanka. Ungarin hevði ein hóp av góðum bjargingum í dystinum í Gundadali í kvøld.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra eina samrøðu við Tór Ingar Akselsen.