Vágamaðurin Tór-Ingar Akselsen fekk sítt stóra gjøgnumbrot í føroyskum fótbólti seinasta kappingarár. Tór-Ingar fekk roynt seg á landsliðnum, og í landskappingini var hann ein sera týðandi leikari hjá HB, sum teimum flestu kunnugt eisini gjørdist føroyameistari. Millum annað skoraði Tór-Ingar eitt ógvuliga týðandi mál, tá ið hann í næstseinasta leikumfari legði HB á odda 1-0 móti arvafíggindunum úr B36. Hetta hendi stutt áðrenn leiklok, og við at vinna dystin 2-0 eydnaðist tað samstundis hjá HB at endurvinna føroyameistaraheitið.
Í ár verður tó ikki nógv at síggja til unga vágamannin í heimligu kappingini. Tór-Ingar sigur, at hann síðst í mars mánaða fer til USA á bíbliuskúla, og hann kemur ikki heim aftur fyrr enn í august. Áðrenn leiðin gongur vestur um hav, ætlar Tór-Ingar at hjálpa sínum oyggjafeløgum í FS Vágum í nøkrum dystum í steypakappingini. Tá ið hann so kemur aftur til Føroya, er ikki so nógv eftir av kappingarárinum, og Tór-Ingar veit ikki enn, hvar hann tá fer at spæla, men tað verður so antin í FS Vágum ella í HB, sigur Tòr-Ingar Akselsen at enda.