Tór Ingar Akselsen til Molde

Ungi sandavágsmaðurin, sum hevur leikt við HB seinastu tey árini, fór í gjár til Molde, har hann skal royndarvenja nakrar dagar

Í gjár fór Tór Ingar Akselsen til Molde í Noreg, har hann skal royndarvenja í nakrar dagar. Væntandi kemur hann aftur longu í næstu viku, sigur hann.
Norska landskappingin, Tippeligaen, er komin so væl áleiðis, at tað verður enki burtur úr nøkrum spæli sleiðis kortini, sigur Tór Ingar. Einir tríggir dystir ella so eru eftir har yviri.
Tór Ingar Akselsen sigur, at hann sjálvur hevur fingið hetta sambandið í lag. Hann kennir fólk á leiðini, vísir hann á. Faðirin er ættaður haðani, og gjøgnum tey sambond, hann har hevur, er hendan venjingin so íkomin.
Tó so, at tá hann í summar kom við í landsliðshópin og eisini var á vøllinum onkran dystin, var tað við til at økja um áhugan har yviri, sigur hann.
Tór Ingar Akselsen fer at royndarvenja við Molde tað, sum eftir er av hesi vikuni, sigur hann. Longu mánadagin roknar hann við at vera aftur í Føroyum. So fara royndirnar og tíðin at vísa, hvussu tað verður við víðari sambandi tann vegin.
Hann sigur, at hann hevur í góðari tíð boðað felag sínum í Føroyum, HB, frá hesum møguleikanum, og at hann haðani er stuðlaður til at royna.
Ikki tí, sigur hann. Sáttmálin við HB er bara galdansdi í ár afturat, so hann er í grundini fríur at fara hvar sum helst. Men í løtuni er eingin avgerð tikin um hvat hann fer at gera, um hann ikki verður verandi í Molde.
Tað hevur verið upp á tal, at hann skuldi uttanlands í útnúgvingarørindum í vetur. Men um tað gerst til nakað meira við sambandinum við fótbóltin í Molde, verður tað helst til, at hann fer at royna tað fyrst, segði Tór Ingar Akselsen við Sosialin, beint áðrenn hann fór í flogfarið í Vágum týsmorgunin.