Týr á heimsins størsta tungmálms festivali

Tá Wacken Open Air fer av bakkastokki í august komandi ár, verður tað m.a. við tónunum av Orminum Langa, festivalurin kunnger á heimasíðu síni, at Týr er á skránni fyri komandi ár.


Týr spælir í kvøld síðstu konsertina á fyrru konsertferð síni í heyst, henda ferð hevur m.a fevnt um 18 konsertir í Týsklandi, ið má metast sum størsti marknaðurin fyri tungmálm. At bólkurin byrjar at fóta sær á hesum sera stóra marknaði er júst vorðið enn greiðari, tí heimsins størsti tungmálms festivalur Wacken Open Air hevur boðað frá, at Týr verða á skránni hjá Festivalinum komandi ár.
Wacken Open Air hevur verið hildin fyrst í august seinastu 15 árini og festivalurin er støðugt vaksin, soleiðis at í ár spældu 57 tungmálmsbólkar fyri teimum 60.000 gestunum. Wacken Open Air kann sostatt kalla seg heimsins størsta tungmálmsfestival.
Tá fólk tóku stig til fyrsta Wacken Open Air í lítlu bygdini Wacken í Slesvíg-Holstein í 1990, var tað eingin sum hevði roknað við, at hetta skuldi gerast ein risa festivalur. Fyrsta árið var talan um seks rættiliga ókendar týskar tungmálmsbólkar, men longu  í 1993 vóru størri nøvn á skránni. Í 1998 var festivalurin vaksin til tann størsta av sínum slag, og síðan hevur vøksturin verið støðugur.
- Í Wacken búgva beint undir 2000 fólk, so tá festivalurin er, verður fólkatalið 30 faldað í nakrar dagar. Men festivalurin er tiltikin friðarligur, eitt slag av symbiosu millum harðar tónar og friðarligan atburð, greiðir týski Føroyavinurin og tónleikafjepparin Arne List frá.
Higartil eru hesi nøvn almannakunngjørd á Wacke Open Air 2007: Blind Guardian, Grave Digger, Haggard, Immortal, In Flames, Kampfar, Moonspell, Rage, Samael, Saxon, Schandmaul, Stratovarius, Therion og Tyr.
Á seinnu konsertferð síni, ið verður í november spælir Týr 11 konsertir í Týsklandi, og her verður ríkur møguleiki at vinna enn fleiri týskar tungmálmsfjepparar.