Í dag fer Týr á pallin á risa tungmálmsfestivalinum Sweden Rock Festival. Hesa vikuna hevur bólkurin hitað upp við nøkrum framførslum. Mánadagin vóru teir í Hamburg. Týr hava seinasta árið spælt nógv í Týsklandi og aðrastaðni kring Evropa, oftast sum upphiting fyri størri tónleikanøvn. Men tá teir vitjaðu konsertstaðið MarX í Hamburg, vóru teir einasta navnið á skránni. Eini 50-60 fólk vóru komin saman, og sambært heimildarmanni okkara Arna List vóru øll Týr fjepparar. – Tað er stuttligt at standa millum týskarar, sum í fullum álvara royna at syngja tann føroyska tekstin, sum tey kenna so væl av fløgunum, sigur Arne List.