Tær flyta fyri Almannastovuna

- Her eru sera góðar umstøður. Og vit gleða okkum at sleppa til arbeiðis aftur, siga tær báðar Thurid og Margit.

Allan fríggjadagin og um vikuskiftið hava tær báðar, Thurid og Margit, og ein rúgva av øðrum starvsfólkum á Almannastovuni, arbeitt við at flyta niðan í nýggju hølini á Smyrilsvegi.
Tað eru altíð ein hópur av skjølum og tílíkum, sum skal við, tá ein soleiðis flytur við - og fyri - ein slíkan stovn sum Almannastovuna. Men hóast alt hetta fyllir nógv í vavi, og alt skal setast uppá sítt rætta pláss aftur, so var virksemið á stovninum fult í gongd aftur fyrrapartin í gjár.
Tað er tó kortini ikki alt virksemið á Almannastovuni sum er flutt í bygningin, har Brunatryggingin helt til í síni tíð. Umsitingin er flutt hagar, saman við stjóranum Petru J. Joensen. Somuleiðis eru tvær av deildunum fluttar niðan í nýggju hølini.
Íalt eru 49 fólk nú til arbeiðis í Almannastovuni á Smyrilsvegi.

mynd?


Thurid og Margit arbeiddu seinnapartin fríggjadagin við fáa øll tey mongu skjølini hjá Almannastovuni uppá pláss, soleiðis at latast kundi uppaftur í nýggju hølunum fyrrapartin í gjár
Mynd: Jens Kr. Vang