Tær fátækastu kommunurnar í Føroyum verða enn hildnar á pínubeinkinum
Annars hevur tað leingi tókst sum ein sanering av kommunuskuldini var á veg.
Løgtingið hevur samtykt eina lóg um at hjálpa teimum ringast støddu kommununum burtur úr skuldini.
Landskassin skuldi betala 25 milliónir til endamálið. Restin skuldi takast úr Kommunala Veðhaldsgrunninum.
Men nú tað kemur hartil, at peningurin skal gjaldast út, ger Gjaldsstovan vart við, at heimildirnar at betala teimum ringast støddu kommununum úr grunninum, eru ógreiðar.
Leivur Hansen, sum er formaður í stýrinum fyri grunnin, sigur, at ein uttanveltaður lógfrøðingur varð eisini biðin um at gera ein úrskurð í málinum og hann kom til somu niðurstøðu. Og tað sama sigur grannskoðarin hjá grunninum. Sostatt kundi grunnurin vænta sær endurgjaldskrav frá summum kommunum, um peningur var útgoldin úr grunninum til saneringina.
Sostatt var vandi fyri, at tær kommunur, sum áttu pening í grunninum, fóru at leggja endurgjaldskrav, um peningur í grunninum varð brúktur til at sanera tær mest skuldarbundnu kommunurnar við.
Tí gjørdi stýrið fyri grunnin av, ikki at betala úr grunninum, fyrrenn allar kommunurnar høvdu váttað, at tær góðtóku, at peningurin varð brúktur til endamálið.
Seinasta freist hjá kommununum at senda stýrinum hesa váttan, var týsdagin.
Tá ið hendan váttanin var komin, skuldi stýrið so leggja peningin út.
Fingu fáar váttanir
Men mikudagin upplýsti umsitingin hjá grunninum, at tað er bara ein minniluti av kommununum, sum hava svarað aftur.
Eitt nú eru tað eisini stórar og miðalstórar kommunur, sum ikki hava latið við seg koma, umframt nógvar av teimum smáu.
Hinvegin eru tað nakrar kommunur, sum hava svarað, at freistin til at viðgera málið var ov stutt og tí hava tær ikki hava havt stundir til at svarað.
Ætlanin var kortini at avgreiða saneringina mikudagin við teimum váttanum, sum vóru komnar
Formaðurin í stýrinum fyri grunnin sigur, at grunnurin hevur eisini fingið eina váttan frá Anfinn Kallsberg, løgmanni, sum umsitur kommunumál.Og hann boðaði frá, at heimildirnar at gjalda út eftir lógini, vóru ílagi og at grunnurin tískil kundi avgreiða saneringina eftir lógini, sum Løgtingið samtykti.
Stýrið fyri grunnin hevði tískil aftur fund mikudagin
Men heldur ikki tá eydnaðist at fáa saneringina avgreidda.
Leivur Hansen sigur, at semja er um ikki at siga nakað frá fundinum fyri ikki at gera tað enn fløktari.
Hann sigur, at grunnurin vil ikki avgreiða málið, fyrrenn ein fundur hevði verið við løgmann um, hvussu málið skal avgreiðast.
Hann vil ikki siga, hvat fundurin við Løgmann skal vera um.
Tað skilst kortini á fólki, sum hava við málið at gera, at stýrið fyri grunnin vil hava at vita, um landskassin er sinnaður at átaka sær møgulig endurgjaldskrøv frá kommununu, sum ikki góðtaka, at peningurin í veðhaldsgrunninum verður brúktur til endamálið.
Men sum tað framgongur av samrøðu við Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra aðrastaðni í blaðnum, kemur tað als ikki upp á tal