Týr endar konsertferðina í Keypmannahavn

Í annað kvøld spælir Týr útgávukonsert The Rock í Keypmannahavn í sambandi við, at bólkurin gav út fløguna Ragnarok 22. september

 
.
Hetta er seinasta konsertin av 28 seinasta mánaðin. Týr hevur júst verið á konsertferð saman við við finska bólkinum Let Me Dream og týsku bólkunum Apokalyptischen Reiter og Hämatom í Týsklandi, Eysturríki, Sveis og Slovenia. Hetta er fyrra konsertferðin av tveimum í heyst.
Seinna konsertferðin saman við svensku tungmálmsrisunum Amon Amarth og finsku Wintersun og verður 31 dagar og byrjar 2. november. Á hesi konsertferð spælir Týr í Týsklandi, Italia, Kekkia, Ungarn, Sveis, Eysturríki, Pólandi, Fraklandi, Bretlandi, Belgia, Niðurlondum, Svøríki og Noregi, áðrenn hon 2. desember endar í Stockholm. tilsamans eru 27 konsertir í 12 londum.