Tær eiga innkastið

Nýggjur frítíðar- og ítróttarhandil er latin upp í Klaksvík

 

Klaksvík: Leygardagin lat nýggjur frítíðar- og ítróttarhandil upp í Klaksvík. Tað eru systrarnar Hervør og Joan Joensen, sum reka handilin.

Handilin eitur Innkast, og tað mann geva teimum flestu ábending um, hvat slag av handli, talan er um.

Innkast fer at selja ítróttarklæði av alskyns slagi, skógvar og frítíðarklæði bæði til børn og vaksin.

Nýggi ítróttarhandilin liggur við Klaksvíksvegin, har nógvir handlar eru.