Tónleikur
Pop.fo
Rockbólkurin Týr hevur staðið seg serstakliga væl á 15 teimum bestu, sum er hitlistin hjá Útvarpi Føroya, seinastu vikurnar.
Listin hjá ÚF tekur pulsin millum ungfólk og tónleikaáhugað, og seinastu átta vikurnar hava tey kosið Ormin langa hjá Týr at verða nummar 1. Eingin annar føroyskur bólkur hevur havt ein sang so leingi á toppinum í 15 teimum bestu.
Áðrenn Ormurin langi tók ræðið á 15 teimum bestu, var tað gospelrockbólkurin, I AM, sum hevði metið. Teirra sangur, Alla leið, var sjey vikur nummar 1 á 15 teimum bestu.
Bon Jovi nógv bestir
Hóast Týr hevur tikið metið hjá føroyskum bólki, so skal nógv til, áðrenn bólkurin kann taka metið frá amerikanska rockbólkinum, Bon Jovi, sum hevur staðið seg nógv best á 15 teimum bestu.
Teirra sangur, It´s my life, sum varð eitt risahit kring allan heim, var heili 14 vikur nummar 1 í 15 teimum bestu. Næstbesta avrikið á 15 teimum bestu eigur ein annar amerikanskur bólkur. Tað er Aerosmith, sum varð nýggju ferðir nummar 1 við teirra I don´t wanna miss a thing.
15 tær bestu verða sendar í ÚF hvørt leygarkvøld, og um Týr aftur verða á ovastu rók nú leygarkvøldið, so hava teir tikið seg upp á javnt við Aerosmith.
Men eisini eftir tað er langur teinur eftir, um Bon Jovi skal takast.