Tá pressan fór í sjálvsving

Ein privatur teldupostur frá blaðstjóranum á Sosialinum til nakrar býráðslimir í Havn blokeraði jørðforbindilsið hjá útvarpinum stóran part av síðstu viku

Tað er ikki hissini viðgerð, eg havi fingið í Útvarpi Føroya í samband við eitt byggimál hjá mær í Gongini í Havn. Málið er av útvarpinum blást so nógv upp, at tað er fullkomiliga farið út av proportiónum og er viðgjørt í tíðindasendingum frá morgni til myrkurs í fleiri dagar. Tí kenni eg meg noyddan at koma við eini frágreiðing:

Málið byrjar á sumri í 2004, tá eg sendi inn umsókn um byggiloyvi at taka niður samanbygdu húsini, Baianstovu og Kamarið. Húsini vóru í ringum standi, og eg ætlaði at restaurera húsini eins og eg fyri 15-17 árum síðani gjørdi við sethús míni Nýggjustovu. Fyri at tryggja mær at allar mannagongdir vórðu rættar, bað eg um fund við býararkitektin, Mikal Viderø. Eg greiddi honum frá øllum mínum ætlanum við húsunum, at eg vildi taka tey av grundini, grava út kjallaran, byggja nýggja grund og seta húsini á aftur grundina. Ætlanin var at fáa húsini av grundini í heilum líki, men hetta bar ikki til, tí tey vóru ov vánalig til tess. Tí vórðu húsini tikin niður, sprek fyri sprek. Tilfarið er merkt og goymt innandura til at seta uppaftur. Ein lutvíst stórur partur av stórviðinum kann brúkast aftur, eins og so at siga allur bróstaviðurin. Tískil er tað nett tey somu húsini, sum verða bygd uppaftur.

Umsóknin varð skrivað og latin inn við teimum skjølum, sum eg hevði fingið boð um at lata inn við umsóknini. So gongur tíðin, og eg spyrji javnan eftir málinum. Ástaðarfundur verður eisini avtalaður, har serstaka byggiráðið fyri gomlu Havnina er við, umboð fyri Føroya Fornminnissavn, býararkitekturin og umboð fyri byggideildina hjá býráðnum. Eg greiði teimum frá ætlanum mínum og vísi teimum húsini.

Áðrenn málið umsíðir er búgvið til avgreiðslu í byggi- og býarskipanarnevndini, skal Føroya Fornminnissavn gera eitt tilmæli. Hetta skrivar arkitekturin hjá Fornminnis¬savni¬num, sum tá var Mayfinn Norðoy. Eg hevði eisini tosað við hann um hetta, og greitt honum frá ætlanunum. Tá so málið kemur fyri í byggi- og býarskipanarnevndini 7. november, væntaði eg sjálvsagt at fáa byggiloyvi og at sleppa í gongd. Tí sum eg hevði fingið at vita av byggideildini, so var hetta bara eitt avgreiðslumál. Men hvat hendir so? Jú, í byggi- og býarskipanarnevndini verða tey ørkymlað, tí at arktitekturin hjá Forn¬minnis¬savninum skrivar, at »um talan var um eini friðað hús«, so hevði Føroya Forn¬minn¬issavn mælt frá eini slíkari varðveitingarætlan, men um kommunan kortini gekk umsóknini á møti, so varð mælt til ávísar treytir treytir sum eg frammanundan hevði sagt, at eg fegin gekk undir. Nevndarlimirnir spyrja so, um húsini eru friðað sum fornminni, og tá tey ikki fáa greiðu á hesum spurninginum á fundinum, velur formaðurin at útseta málið. Fyri meg merkti tað bara enn ein mánaður at bíða!

Hetta gjørdi meg ikki sørt firtnan, tí eg metti, at umsitingin hjá Tórshavnar Kommunu átti at vitað at svarað hesum, tí sjálvandi eru húsini ikki friðað sum fornminni. Vóru tað tað, so var eingin umsókn komin um at taka tey niður, tí so skuldi varðveitingararbeiðið gerast eftir ávísing frá Føroya Fornminnissavni, sum eisini skuldi gjalda fyri tær eyka útreiðslur, sum vóru. Men mær vitandi hevur eingin havt ætlanir um at friða húsini og um so var, so hevði eg ikki sett meg ímóti tí. Men júst tí at húsini ikki eru friðað, fer varðveitingararbeiðið fram sum tað fer men kortini í samráð við Føroya Fornminnis¬savn.
Tað er aftan á hesa avgerð, at eg skrivaði nevndarlimunum teldubrævið, sum útvarpið hevur lagt út sum eina hóttan frá mær fyri at fáa byggiloyvi. Eg havi sagt, at har var talan um eina óhepna orðing. Men hartil er at siga, at tað í hesum førum ikki var vitan, sum eg hevði fingið á redaktiónini á Sosialinum og misbrúkt privat. Og eg havi heldur ikki sagt, at um eg ikki fekk byggiloyvi, so fór eg at heingja nevndarlimirnar út í Sosialinum. Í hesum føri var talan um eitt mál, har eg sjálvur var inhabilur og ikki kundi skriva um, men hetta faktum hevði ikki tann stóra áhugan hjá útvarpinum. Eg havi heldur ikki gjørt nakað fyri at forða nøkrum øðrum at skriva um tað. Tann sum vanliga viðger slík mál á Sosialinum var eisini inhabilur eisini ein eyðkendur trupulleiki í okkara lítla samfelag. Og tað er eisini ein annar veruleiki, sum er kendur á øllum redaktiónum í landinum, at tað altíð eru nógv mál, sum vit ikki fáa lýst, tí at kreftir ikki eru til tess. Annars hava allar aðrar redkatiónir í landinum somu atgongd til upplýsingar frá eitt nú nevndarviðgerðum hjá Tórshavnar Býráð.

Men orsøkin til at Útvarpið fær áhuga fyri málinum var ikki hetta teldubrævið. Høgni Djurhuus, útvarpsmaður, ringdi til mín í desember at spyrja, um eg hevði loyvi til at taka húsini niður. Hann segði mær, at onkur í útvarpinum hevði fingið »ilt í reyvina av hesum«, men at hann sjálvur var líka glaður við hvat fólk gjørdu við gomul hús. Eg greiddi so eisini honum frá varðveitingararbeiðinum, og hann kom til ta niðurstøðu, at har var so eingin søga um tað, at eg hevði gjørt nakað, sum eg ikki hevði loyvi til. Í staðin spurdi hann, um hann kundi koma oman at tosa við meg til eitt innslag í mentanar¬send¬ing¬ini, Kulturu, um at varðveita gomul hús. Hesum játtaði eg. Úrslitið var at hoyra í Kulturu 9. januar í ár og kann eisini hoyrast á heimasíðuni hjá útvarpinum. Annan dagin eftir, tann 11. januar, biður tíðindaleiðarin í útvarpinum um innlit í málið.

Nú fekk útvarpið ein annan vinkul upp á málið, har blaðstjórin á Sosialinum misnýtir sítt vald og sína vitan. Teir ringja niður til Danmarkar, sum ikki eina ferð, fyri at fáa at vita, hvat man ger við slíkar blaðstjórar. Teir ringja eisini til umboðið hjá okkum íbúgvum í gomlu Havnini, sum skal umboða okkara áhugamál í Serstaka byggiráðnum fyri Tinganes og gomlu Havnina, Jórun í Dali. Hon vísir á sínar samskiftis- ella kanska samstarv¬trupul¬leik¬ar - við umsitingina hjá Tórshavnar Býráð. Hetta var málinum totalt óviðkomandi og hevur absolutt einki við meg at gera. Teldubrævið varð eisini sent aftan á at viðgerðin í umsitingi var liðug, so tað kann ikki vera orsøkin til vantandi kunningina hjá Jórun í Dali.

Sum ketta burtur úr høvdatrog kemur Føroya Blaðmannafelag við eini »yvirlýsing« um málið. Hetta hoyri eg í útvarpinum kl 7 hósmorgunin. Kvøldið fyri varð boðskapurin frá Blaðmannafelagnum kunngjørdur í Dimmalætting, har ein av nevndarlimunum kallar tað korruputión! Men at mítt fakfelag, Føroya Blaðmannafelag, fer út og heingir ein lim felagsins soleiðis út uttan so frægt sum at spyrja meg, hvat málið snýr seg um, tað er í mínari verð totalt langt úti og skríggjar av óprofessionalismu so tað rungar eftir í. Hóast formaðurin starvast á einum konkurrerandi miðli, so er talan um eitt fakfelag og ikki eitt etiskt ráð, ella hvat tað nú var fyri leiklut hann hevði tilognað sær.

Tá eg seti meg í samband við formannin í Føroya Blaðmannafelag, Heina Gaard, sigur hann, at eg havi havt 600 møguleikar at úttala meg til útvarpið, og kendi hann seg tí ikki noyddan at tosa við meg um hetta. Tá eg so royni at forklára honum, at hann er formaður í mínum fakfelag, so slakar hann kortini og biður um umbering. Eg væntaði sjálvandi at síggja ella hoyra hesa umberingina alment, men tvørturímóti kom enn eitt bakbit frá honum í tíðindasendingi í útvarpinum á middegi.

At mín persónur og eitt illsinnisglefs frá mær skal fáa slíka rúmd í okkara almenna útvarpi, tað undrar meg nógv og helst nógv onnur við. Eg spyrji meg sjálvan, hvat býr undir, og eg noteraði mær orðini hjá útvarpsmanninum, sum í desember segði, at »onkur í útvarpinum hevði fingið ilt í reyvina« av verkætlanini hjá mær. Hóast journalistar kunnu vera ymiskir, so eru teir sum fólk flest. At adrenalinið viðhvørt fer í kók er ikki annað enn menniskjansligt, men máti skal kortini vera við, hvussu púra uttan jørðforbindilsi tú kanst vera í fleiri dagar! At vinna einum konkurrenti neisur, tað er hjá summmum ofta stuttligari enn t. d. at vísa á framgongd og væleydnaðar verkætlanir hjá øðrum, t. d. hjá Sosialinum sum forrestin eisini stendur á sølulista í hesum døgum!

Men tað er kanska gott at tað í hesum føri gekk út yvir ein persón, sum er í leiðandi starvi í fjølmiðlunum, tí tað er okkara ábyrgd, at tíðindi verða redigerað, vinklað og ikki minst at søgur verða settar í perspektiv! Tað gevur í øllum førum mær nógv at hugsa um uttan at nakar skal kenna seg hóttan av tí!