Tá polterabend fer heilt av sporinum

Páskaaftanskvøld vóru eini 45 fólk í Miðdali, har kyndla-senan til filmin "Ramblers" hjá Hanusi Johannessen varð filmað.

- Eitt polterabend fer heilt av sporinum. Akkurát, hvussu nógv av sporinum hann fer, vita vit ikki, fyrr enn vit sleppa at síggja stuttfilmin "Ramblers" hjá Hanusi Johannessen.

 

Páskaaftanskvøld vóru eini 45 fólk í Miðdali, har Miðstovugarðurin á Sandi eigur eini lítil hagahús. Her varð kyndla-senan til filmin "Ramblers" hjá Hanusi Johannessen filmað.

 

Heimasíðan - www.sandoyggin.fo - veit at siga, at eini 30-35 statistar luttóku, umframt framleiðsluliðið, sum fyri størsta partin eru næmingar á sama filmsskúla, sum Hanus Johannessen gongur á.

 

- Filmurin "Ramblers" verður liðugur síðst í mai mánaði, verður lagt aftrat.