Tá politikarar skifta flokk

Tema: Eitt floksskifti hevði avgerandi ávirkan á fólkatingsvalið, sum júst hevur verið, og sama floksskiftið og onnur kunnu eisini fáa týdning fyri løgtingsvalið, sum er fyri framman.

Hóast politiska søgan í Føroyum inniheldur politikarar, sum fara úr flokkum og upp í ein annan ella stovna nýggjan flokk, er tað blivið alt meira vanligt í nýggjari tíð, at politikarar skifta flokk – og koma úr skápinum sum umboð fyri annað politiskt sjónarmið.

Seinasta dømið er Sjúrður Skaale, sum fór úr Tjóðveldi eftir politiska ósemju við formannin í flokkinum. Nakrar vikur seinni var Sjúrður Skaale javnaðarmaður og varð valdur í fólkatingið. Poul Michelsen takkaði fyri nøkrum mánaðum fyri seg í Fólkaflokkinum og hevur stovnað nýggjan flokk, Framsókn, sum veruliga skal standa sína roynd á løgtingsvalinum. Og atkvøðuslúkurin hjá Tjóðveldi á býráðsvalinum í Havn seinast hevur skift Tjóðveldi út við Fólkaflokkin og stillar upp á løgtingsvalinum.


Meira vanligt

Tað eru dømi um týðandi flokskifti í politiskari søgu í Føroyum. Jóannes Patursson fór úr Sjálvstýrisflokkinum og var við til at stovna Fólkaflokkin saman við teimum í Vinnuflokkinum, og hitt kenda dømið er, tá ið Jákup í Jákupsstovu, sum var javnaðarmaður og loysingamaður, bleiv ekskluderaður av Javnaðarflokkinum og varð við til at stovna Tjóðveldisflokkin.

Í nýggjari tíð hava markantir politikarar sum Helena Dam á Neystabø, Tordur Niclasen, Finnbogi Arge, Kristian Magnussen og Karsten Hansen skift flokk, og fleiri aðrir politikarar, sum ikki hava verið eins stórir profilar, men hava verið virknir, hava somuleiðis skift ein flokk út við annan.

Men hvussu er tað so at skifta flokk, hvørjar avleiðingar og fyrimunir hevur tað, og hvør er persónligi og politiski kostnaðurin. Vit tosa við nøkur av teimum, sum hava verið partur av floksskiftum ella ikki vildu verða tað, og viðmerkjari sigur sína hugsan um skiftini.