FRÁSØGN<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Tað var neyvan gingin ein vika, eftir at granskarar høvdu varnast eina gongustjørnu í eini sólskipan langt burtur hiðani, ið líktist jørðini meira, enn nøkur onnur fólk hava vitað um áður, til eitt nýtt slag av planetum løgdu leiðina hendanvegin, til eitt av minstu blettum her á gongustjørnini Jørðini. Staðið var Hotel Føroyar, og tað var tað hendi leygarkvøldið. <o:p></o:p>
Hesar planetirnar líktust tó ikki nøkrum, ið sæð áður um okkara leiðir. Eitt er, at hesar planetirnar vóru gjørdar úr m.a. igulkeri, ið rættiliga gav stjørnunum, ið virðisløninirnar fullu í lut, eina ímynd av eini gongustjørnu við kosmiskum og komiskum dimensiónum. Eitt annað er, at lagt var upp til eitt tiltak, har møguleiki var at hitta føroyingar, sum tú sjáldan hevur sæð teir áður. Ja, ein hevur næstan hug siga, sum vóru teir av eini aðrari planet, men tað sigi eg ikki, tí tað vildi verið at niðurgjørt stílin hetta kvøldið, ið ein kann næstan kann siga fekk tað besta fram í fólki. Í øllum førum, um vit skulu døma eftir arbeiðsbyrðuni hjá kontrollunum hetta kvøldið, ið heldur valdu at stytta sær stundir við at leggja sjeykabalu á telduni, enn at ganga skimast, um alt nú fór fram á sømiligan hátt. Tí tað gjørdi tað! Fólk skikkaðu sær eins pent og tey vóru ílatin.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
Stásklødd<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Klokkan mundi ikki vera farin nógv av níggju leygarkvøldið, tá menn í svørtum klædningslíknandi pløggum og gentur í skínandi ballkjólum skundaðu sær inn um hurðina á tí fýrastjørnaða hotellinum við einum pinnpakkaðum parkeringsøki uppi við Oyggjarvegin, har sjey gongustjørnur skuldu handast. Einki var avgjørt enn, og alt kundi henda, kundi tú næstan gita tær til, at útvarpsverturin úr Klaksvík mundi fara at taka til, nú Útvarpið eisini sendi frá hesi handanini, tí spenningur var rættiliga í luftini. Ikki bara var tað eitt sindur forkunnugt og kanska eisini eitt sindur spacy at koma inn í forhøllina á hotellinum og fáa ein vælkomudrykkir í alskyns litum. Gulum, reyðum og grønum. <o:p></o:p>
Men ikki minni spennandi uppliving var tað at koma inn í forhøllina og uppliva hendan gallastemningin, sum nú rættiliga hekk í luftini og speglaðist í tí gylta silkinum hjá kvinnunum og svørtu skónum hjá monnunum. <o:p></o:p>
Jú, planetir skapa atmosferu, og eftir at hava notið vælkomudrykkin, varð farið upp í veitslusalin ella Glasstovuna, har tiltakið byrjaði við at vertirnir, báðir, James Olsen og Ragnhild Ellingsgaard, bjóðaðu vælkomin og presenteraðu Yggdrasil, ið løgdu fyri, og sum hetta planetkvøldið kundu sigast at vera umboð fyri world-music í Føroyum. Tí world-music er m.a. eisini at fara niður okkara skattkistu og grópa í mentanararvinum eftri kvæðum og kingo, og so seta tað saman aftur við m.ø. elektriskum ljóðførum og hugflogi, sum er ment í 21. øld. Framførslan riggaði væl, og bólkurin dugdi eisini væl at variera við tónum, ið bóru brá av glaðum fólkatónleiki, og var við til at fjálga um huglagið, meðan tann sokallaði one-fork-meal varð etin. Hóast hesin ein-gaffils-verðin saktans kundi etast eins skjótt og einhvør annar skundverður, so var talan tó um sera leskiligar smárættir, sum fleiri valdu at at taka við sær inn í matstovuna, har til bar at seta seg niður og fáa sær, meðan prátið gekk.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Poppkorn og Kristian Blak<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Seinni byrjaði so sjálv handanin av virðislønum, har tey tilnevndu fyrst vórðu lisin upp, og vinnarin síðani varð kosin. <o:p></o:p>
Tilsamans vórðu seks Planetvirðislønir umframt ein serlig virðisløn handað, og millum tey, sum vórðu biðin um at koma at býta hesi herðaklappini út, vóru Simon Kvamm úr Nephew, Jesper Binzer úr DAD, Johnny DeLuxe eins og umboð fyri teir ymsu sponsorarnar aftan fyri tiltakið.<o:p></o:p>
Fyrsta tónleikanavnið, ið varð biðið um at koma upp á pallin at taka ímóti Planetvirðislønini var Poppkorn, sum tey mongu, ið høvdu atkvøtt og dómsnevndin høvdu valt at verða besti nýggi bólkur. Bólkurin, ið rættiliga hevur gjørt vart við seg við oyrafangarum, sum Droymi mitt um dagin og Sig tað nú, hava klárað seg stak væl síðani fløgan hjá teimum kom út, og tað er kanska heldur ikki heilt av vegnum at hava menn sum Kára Jacobsen og Eyfinn Jensen at hjálpa sær, tá tú ert tannáringur, og skalt royna flogið saman við teimum musikalsku marknaðarkreftunum.<o:p></o:p>
Onnur, ið blivu heiðrað vórðu m.o. 200, Eivør og Kristian Blak, ið fekk eitt serligt Planet-herðaklapp frá ábyrgdarblaðstjóranum á Sosialinum, Jan Müller, og tað var eyðsýnt, at hendan handanin fløvaði hjá teimum báðum. Jan var glaður fyri at sleppa at heiðra Kristian, og Kristian, sum tey seinastu mongu áratíggjuni hevur verið til at broytt føroyskt tónleikalívið frá at hava verið eitt lítið gjar á jarðarklótuni eina heimsumfatandi grottokonsert, takkaði fyri og kundi ikki annað enn viðganga, at tað eisini var ein heiður, at teir flestu bólkarnir, ið vóru við hetta kvøldið, onkursvegna hava havt okkurt við plátufelagið Tutl at gera, har Kristian hevur verið leiðari.<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Kvamm skemtaði<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Sum besti útlendski bólkur varð Nephew valdur, og var tað kanska serliga heppið, tí forsangarin í bólkinum, Simon Kvamm, var jú staddur í hølinum hetta kvøldið. Tað hevði kanska verið eitt sindur truplari at fingið Madonnu, sum eisini var tilnevnd, at lagt leiðina framvið Hotel Føroyum hetta kvøldið. Meðan tær stáskløddu genturnar høvdu nógvan skund við at tuska niðan til pallin at fáa eyga á hendan fjórðingsføroyingin, sum er valdur til Danmarks lækreste mand, tók sjálvur púra róligt, og uttan nakað hóvasták fór hann at improvisera í besta angora-stíli, hvussu føroyskt ljóðaði í hansara oyrum. Og jú, føroyingar flentu í kíki eftir hesum volapykkinum.<o:p></o:p>
Hinvegin eydnaðist tað ikki at fáa Eivør at taka ímóti síni virðisløn fyri at vald til bestu songkvinnu. Hon er jú ein kvinna, sum av sonnum má sigast at kenna eitt sindur til, at jørðin er rund, tí í løtuni ferðast hon víða hvar kring knøttin við antin Yggdrasil, Bill Bourne ella onkrum øðrum og syngur fyri fullum húsum í eitt nú Wien. Men hóast Eivør var stødd í Havn hetta kvøldið, so var hon tó bundin av tveimum útseldum konsertum saman við Lenu og Guðrun hetta kvøldið, og tí tók ein umboðsmaður ímóti hennara igulkeri. <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
<o:p> </o:p>
200, Terji og samfelagsrevsing<o:p></o:p>
Kim Hansen, sum var valdur at vera besti mannligi sangari framman fyri m.a. Teit Lassen og Kára Sverrisson, var tó til staðar, og undirhelt fleiri ferðir hetta kvøldið m.ø. Petsi Tvørfoss, Terja Rasmussen og Frændum.<o:p></o:p>
Tí nógvur tónleikur var sjálvandi á skránni. Serliga fingu 200 lív í salin, men eisini Terji kom væl frá síni framførslu, har hann ikki sørt polemiskt, men rámandi gjørdi viðmerkingar til bæði kjakið frá prixnum í fjør um gamlar tónleikarar til orðaskiftið um samkynd, sum ikki sær út til at vera køvt enn. <o:p></o:p>
Kjakið um rættindini hjá samkyndum var eisini ein partur av innihaldinum í tekstunum hjá 200 hetta kvøldið, og sum onkur tók til, so var tað jú ikki annað enn væntandi, at ein satirisk viðmerking fór at koma frá teimum um Javnaðarflokkin for så vidt angår Gerhard Lognberg, sum onkur tók til. Jú, eins og tónleikarar úti í heimi sum t.d. Bob Geldof og Bono eru við til at seta eina dagsskrá, sum politikararnir ikki hætta sær at fara undir, tykist tað, sum tað eisini í Føroyum eru tónleikarar, ið ynskja at taka mál upp, sum teir politisku flokkarnir ikki vilja nerta við eini eldtong, tí í sokallaðum etiskum málum skal eingin felags floksstøða takast.<o:p></o:p>
Eisini her merktist ein alheimsdámur í hesum tiltakinum, og sjálvt planethugtakið fekk aftur eina nýggja rúmd, um eg so má siga. <o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Hugni og rós<o:p></o:p>
<o:p> </o:p>
Tað er kanska okkurt um hatta, sum Gasolin sungu um á sinni um, at Kloden drejer stille rundt. Men eins hetta við at jørðin melur, sum hon skal, sær tað ikki mætari út, enn at menningin á tí føroyska tónleikapallinum eisini gongur stútt og væl. Tí meðan vit enn klára at syngja við og taka ein sving-om saman við góðu, gomlu Frændum og sangum um at verja tína egnu jørð, so ber eitt tiltak sum Planet Awards boð um, at vit við nøvnum sum Marius og 200 megna at hýsa musikarum her í Føroyum, sum klára at skapa eitt ljóðbílæt, ið hoyrist aftur í einum so drúgvum tiltaki. Gaman í, vóru tað onkrir steðgir innímillumm, ið onkur gramdi seg um vóru ov drúgvir, men hinvegin var hetta eisini við til at skapa ein meira róligan stemning og møguleika at seta seg niður og heilsa upp á hvønnannan hetta kvøldið.<o:p></o:p>
Eisini ber til at kjakast um, tað er við at koma inflatión í prísír og herðaklapp her í Føroyum við teimum nógvu virðislønunum og atkvøðugreiðslunum, ið hava stungið seg upp seinastu árini. Sjálvur haldi, eg at tað at rósa hvørjum øðrum ongantíð kann skaða, so leingi tað ikki verður skammrós, og vit geva teimum erlig herðaklapp, sum hava uppiborið tað.<o:p></o:p>
Tað vísti nevniliga tað skreytklædda gallakvøldið á Hotel Føroyum, ið egnaði seg væl sum karmur til Planet Awards. <o:p></o:p>
Eisini Útvarpið var sum nevnt við hetta kvøldið, og var tað manningin úr Pegasus, sum var í Ringrás rundan um planetirnar leygarkvøldið, ið vóru varpaðar út til alt Føroya fólk.<o:p></o:p>
Eftir er so kanska hjá onkrum rúmdarmanni at spyrja um lív er á mars, ella um fólk veruliga hava verið á mánanum? Ja, svarið upp á teir spurningarnar stendur enn og veittra í vindinum Í øllum førum kann eg siga, at tað var fínt á Planet leygarkvøldið. Og har var lív í. <o:p></o:p>