Tá Ove lovaði burtur olmussu

Ovastevnan er komin fyri at vera, verður ofta tikið til, men tað eru ikki mong ung ið vita, hvør Ove Joensen var. Spurnarkappingin á Rás2 í gjár avdúkaði, at fólk ikki vita so frægt um hesa okkara nútíðar hetju, sum eftirnavnið. Vit greiða her frá søguni um Ovastevnuna

Skal ein trúgva lurtarunum hjá Rás2, so er Ovastevnan ógvuliga væl umtókt. Men sambært somu lurtarum, so eru tað ikki so mong – av teimum ungu í hvussu er – sum vita hvør Ove Joensen er, og hví vit halda Ovastevnu.

Ove Joensen setti sær fyrst í 80-unum fyri at rógva í 6-mannafari einsamallur úr Føroyum niður til Danmarkar. Hann royndi fyrstu ferð í 1984, men mátti seta upp í Hetlandi. Aftur í 1985 endaði royndin í Hetlandi, og føroyingar høvdu mestsum mist vónina um, at tað fór at eydnast Ova Joensen at útinna hetta bragdið.

Tí var áhugin fyri triðju royndini í 1986 ikki serliga stórur. Men tá tað umsíður eydnaðist Ova Joensen at vinna framvið Hetlandi, vaks áhugin almikið, og tá hann so nærkaðst Limfjørðinum, var landið á gosi.

Rómurin vildi ongan enda taka, tá Ove Joensen 11. august 1986 eftir trý ára royndir lagt um leingi kundi stíga á land á Langelinje og har kyssa Den lille Havfrue.

Móttøkan, tá »Den gale færing« kom aftur til Føroya er ikki sæð á hesum breiddarstigum. Hon var størri, enn tá landsliðið vann í Landskrona. Hon var størri, enn tá Pál Joensen gjørdist trífaldur europameistari.

Og har vórðu móttøkur hildnar um alt landið. Allar størri bygdir og býir við virðing fyri sær sjálvum, bjóðaðu Ova Joensen til móttøku.

Eisini yvirborgarstjórin í Keypmannahavn sá seg ikki ov stóran til at bjóða Ova Joensen í audiens.

 

Stovna Ovanevnd

Tá rómurin var størst, nevniliga tá Ove Joensen kom aftur til Nólsoyar, greiddi Ove frá, at hann á einari av sínum royndum at rógva til Danmarkar, var komin so illa fyri, at hann lovaði burtur olmussu. Hann lovaði, at kom hann livandi frá veðrinum, skuldi hann útvega nólsoyarbørnum ein svimjihyl.

Tíverri untist ikki Ova Joensen at uppfylla hetta lyfti, tí ein vakran novemberdag í 1987 druknaði hann í durdarveðri á Skálafjørðinum.

Birgir Andeasen, sum alla tíðina hevði trú upp á Ova, og sum øll trý árini hevði verið sponson hjá honum, tók, saman við nólsoyingunum Hilmar Joensen og Egon Hansen, stig til eina Ovanevnd við hevndu limum. Endamálið var at savna inn eina millión krónur, sum skuldu nýtast til eina verkætlan at byggja ein svimjihyl í Nólsoy.

Hetta endamál var nátt innan langa tíð, men so komu ringu fíggjarligu tíðirnar, og at Fossbankin fór av knóranum merkti í fyrsta lagi, at Ovanevndin misti um helmingin av savnaða peninginum.

Í trongu tíðunum kendi verandi nevndin seg útbrenda, og stig vóru tikin til, at fáa nýtt blóð í nevndina. Hetta hendi í heysti í 1992, tá Bjørg Poulsen, Oda Jacobsen og Leo Poulsen vórðu vald.

Skipað var fyri ymsum tiltøkum næsta árið, og á sumri 1993 bar Bjørg Poulsen á einum nevndarfundi upp á mál at gera eina roynd at skipa fyri einari bygdastevnu til tess at savna pening til svimjihylin. Hesum tóku hini í nevndini undir við, og fyrsta trilvandi royndin varð gjørd vikuskiftið 13., 14. og 15 august.

Heta vikuskiftið varð vald, tí hetta lá næst tí dato – 11. august – tá Ove Joensen kom niður til Langelinje.

Tá nýggj nevnd varð stovnað fekk hon navnið Stuðulsnevndin fyri svimjihyli í Nólsoy, og hendan nevndin skipaði heilt fram til fyri fáum árum síðani einsamøll fyri Ovastevnuni. Í dag eru hini feløgini í bygdini við at skipa fyri og at fáa ágóðan av stevnuni. Men heitið er framvegis Ovastevna.