Hans Andreas skald yrkti Falkarímuna um, tá allir ‘Føroya Harrar’ hvukku, tí hin ungi lógkøni Edward Mitens stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin til fólkatingsvalið í 1915. Tá varð tann rossahandil gjørdur at senda danska verjuskipið Islands Falk úr Íslandi eftir Andrassi Samuelsen (staddur í Bergen) at fáa hann til Føroya at føra valstríð móti tí unga og ‘óinnspísta’ valevninum. Ferðin kostaði risaupphædd eftir tátíðini – 6.000 krónur. Síðsta ørindi ljóðar (uttan formansloyvi):
Seks túsund at spandera fyri embætismannamakt,
tað líkist skili í Føroyum, sum fyrr er frá sagt.
Teir spara til einkjuna, so neyðstødd hon er,
Men sína makt at lívga, tá onki óført er!
Løgið sum søgan gongur í ring. Júst nú hevur Føroya Løgting samtykt at lækka prísviðbótina á einkjupensjón, og góðtikið at fíggjarnevndin hevur kastað lut um fíggjarligu raðfestingarnar.
Heldur enn at taka undir við mær, at mistøk eru framd, tá ið hálvonnur millión ov nógv útgoldin í eyka landsstýrismannalønum, tá ið uttanlandsferðir ikki hava nakað endamál, at politiska skipanin er ótrúverdug, tá ið ongi veit hálvan desember, hvat ráð verða til fyrsta januar, og at landsins innbúgv ikki er finningarfiskur hjá fólksins tænarum – ja so velur Bill Justinussen at boða mær frá, at mistir verða “samstarvsmøguleikar við starvsfelagar.”
Takk, men nei takk. Havi til fánýtis roynt samstarv. Fyrsta CHE var stovnað vildi Billurin ikki so frægt sum umrøða nevndarbýtið við okkum – fyrrenn seðlarni komu út, og hann sá at fleiri nevndarformenn (og teirra viðbøtur) høvdu flutt. So vórðu vit bidnir at fara frá avtalu okkara við A og B. Men Kári P. Højgaard, okkara botnheiðurligi formaður, vildi ikki hoyra talan um hetta. Sjálvstýrið ger sum Sjálvstýrið sigur!
Kortini fyrigav eg Billinum – vit plaffaðu Gerhard niður, bjargaðu Skúladeplinum og gjørdu breiða semju um hesa bygging. Men sami Bill ið atkvøddi fyri Skúladeplinum og sami Bill ið atkvøddi ímóti tunnli Norð um Fjall í vár – lækkaði játtanina til tann fyrra og hækkaði til tann seinna. Hetta er at bera rangan politiskan boðskap. Bill er sum sonurin ið segði ja men ikki gjørdi vilja faðirins.
Bill hevur við fíggjarnevndarsemjuni formøblað politiska trúvirði sítt. Hann og ávísur annar tingmaður vístu, at hóast teir er landspolitiskt valdir og báðir plaga at føra seg fram sum hugsjónarligar tingmenn, so girnaðust teir játtan skúla næsta síns og býttu peningin at tilbúgva tann breiða vegin har inni hjá sær sjálvum, har teir ætla at verða afturvaldir við tveimum nýggjum agnum. Teir sviku okkum fyri 30 prosent av Rituvíksvegnum.
Kraddarar eru menn sum Klávus í Feðgum á Ferð ið gramsa til dagligt breyð. Tí er ‘kraddarar’ eyðvitað ikki rætta orðið at brúka um menn, sum alment harmast kvinnur á tingi og siga at útreiðslur til hægru skúlanna eru “pengar niður í lummarnar hjá teimum ríku vælútbúnu í Havn.” Her mugu heilt aðrar málsligar kenningar til sum “berserkajáttarar” ella “skúlasníkar.”
Munurin okkara millum er, at var eg partur av semju um Rituvíksvegin, so helt eg lyftið, umenn Bill ikki sat í fíggjarnevndini. So billa tær ikki inn, at eg sakni samstarvið.
Skeiv addressa, skeiv addressa
Sjúrður Skaale roynir at eftirrationalisera álopið hjá fíggjarnevndini á útbúgving og gransking. Hann upplýsir, at “Tjóðveldi fór við í fíggjarlógarsemjuna til tess at fáa bøtt um nøkur ting. Tað eydnaðist.”
Kann Sjúrður Skaale greiða okkum frá “nøkrum tingum” ið eru verd uppsagnir á hægru skúlum okkara og niðurlaging av mentunarøkinum?
Sambært Sjúrðir stýrir Kalsberg Føroyum. Men her má siga sum Janus skald sigsta hava sagt, tá ið hann varð biðin um at yrkja veitslusangir til okkurt ávíst høvi: “skeiv addressa, skeiv addressa; spyr bróðir, hann framleiðir í meturmál.”
Hevði minnilutin í fíggjarnevndini ikki boðið seg til fals, so vóru tey fýra samgonguumboðini ikki samd um at játta ósamtyktum verkætlanum – og kanska heldur ikki at ójátta samtyktum verkætlanum. Kalsberg er ikki maður fyri breiðum semjum – men næstformaður Tjóðveldis orðaði grindabýtiseðlar í meturmál – og teir báðir Bill fingu upp í fleiri rossahandislvognar! Og eins og góðir stemningsfullir veitslusangir, hevur Tobbin orðað fleiri kvøðuljóðamerdugar reglur í álitinum – alt Tjóðveldið sang av sama sangi og atkvøddi fyri íløguni “lokalt afturval av republiskum næstformanni.”
Billurin ynskir mær gott nýggjár. Skal vera meiri ítøkiligur. Ynski at tey “sum sett eru at býta út geri tað í trúlyndi.”