T.O.S. hevur konsert í Reinsarínum sunnukvøldið

(Rás2) Hoyr Bárð á Lakjuni, oddamann í T.O.S. greiða frá konsertini

 

Sunnukvøldið klokkan 20 hevur bólkurin T.O.S. (Tollarar og syndarar) konsert í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Bárð á Lakjuni, oddamann greiða frá konsertini.

 

Á skránni verða í stóran mun sangir av fløgunum T.O.S. gav út í 2010 og í 2014, men okkurt nýtt verður eisini at hoyra.

 

Um konsertina skrivar reinsariid.fo: - Uttan iva størsta nýbrotið innan kristnan tónleik í Føroyum T.O.S. vitjar sunnukvøldið 26. november í Reinsarínum.

 

Stóra og eksperimenterandi ljóðmyndin hjá T.O.S kom til sín rætt á framúrskarandi debutfløguni hjá T.O.S, ið varð framleidd saman við Jens L. Thomsen. Seinna fløgan hjá bólkinum kom í 2014, og var sum tann fyrra á tremur við lurtivinarligum popp rokki við broddi.

 

T.O.S hevur givið kristnum føroyskum tónleiki eina nýggja dimensjón, og bólkurin røkkur nógv longur enn bert til vanliga gospeláskoðaran.

 

Serliga tí ljóðmyndin hjá bólkinum er so serlig, tann serliga peppaða og sirkuskenda kenslan hjá bólkinum ger teir til nakað heilt serligt. At sangarin Bárður á Lakjuni samstundis er ein av okkara allar bestu sangarum ger tað heldur ikki verri.