Í stóru kanningini av lesivanunum hjá føroyskum skúlabørnum, hevur Lóður eisini spurt børnini, hvørji ítriv teir ganga til í frítíðini. Úrslitini, sum Skúlablaðið skrivar dúliga um á heimasíðu sínari, vísa, at serliga yngru næmingarnir hava nógv ítriv, og genturnar fleiri enn dreingirnir, tó ikki í fjórða flokki.
Sambært kanningini dámar børnum fyrst og fremst at vera saman við vinum sínum. Síðani er tað ítrótturin, sum fyllir mest. 77 % av gentunum, sum eru spurdar, íðka ítrótt og 80 % av dreingjunum. Kanningin vísir eisini, at í 9. flokki er støðan broytt, tí rættiliga nógv gevast við ítrótti eftir 6. flokk.
Kanningin vísir, at tað at spæla eitt ljóðføri hevur jaliga ávirkan á hugburðin til lesing. Av teimum, sum lesa fleiri ferðir um vikuna, eru tað 36 %, sum spæla ljóðføri, men av teimum, sum ongantíð lesa, eru tað 17 %, sum spæla ljóðføri.
- Áhugavert er at síggja, at íðkar tú ítrótt, so hevur tað ikki so stóra ávirkan á tín hugburð til lesing, og hvussu nógv tú lesur. Hinvegin, venur tú ljóðføri, so hevur tað týdning. Ivaleyst er tað ikki tilvildarligt, hvørji foreldur stuðla børnum sínum at venja ljóðføri; sambært úrslitunum í kanningini kunnu vit lesa tað burturúr, at tað eru heimini, ið stuðla børnum at lesa.
Tað tykist eisini, sum at í ávísum flokkum er tað mentanin, at næmingarnir í flokkinum venja ljóðføri. Samstundis vísir kanningin, at stórur munur kann vera á lesivanunum hjá flokkum í sama skúla og sama árgangi, enn eitt dømi um, at floksmentanin hevur ávirkan.
Greiningarfyritøkan Lóður hevur greinað úrslitini; næmingar í 19 skúlum kring landið í 4., 6. og 9. flokki hava tikið lut í kanningini, skúlar við fáum og skúlar við nógvum næmingum; flestu skúlar hava fleiri flokkar í kanningini. Kanningin var gjørd í november 2017-januar 2018 og almannakunngjørd í apríl í ár.
Les meiri um kanningina av lesivanunum í Skúlablaðnum, á www.skulabladid.fo og malmenning.fo