Í kvøld skipar ungmannafelagið hjá Javnaðarflokkinum, SU, Sosialistisk Ung, fyri tiltaki í Bassalt í Tórsgøtu í Havn. Petur Háberg fer at spæla live og til ber at hoyra meira um SU siga fyrireikararnir, sum ynskja at møta øllum, sum eru áhugað ella sum vilja fregnast! Tiltakið byrjar klokkan 20 og endar á midnátt.