Um vikuskiftið er varmakeldustevna, og fleiri tiltøk eru á skránni hjá nðggja Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Fríggjakvøldið var Varmakelduteitið sðnt, og tað verður tað aftur sunnukvøldið og mánakvøldið. Tað eru fuglfirðingar sum spæla, og ein partur av skemtinum er lokalt. Millum annað hava tey gjørt eina parodi upp á kenda vísusangaran Niels Midjord. Tað eru eisini aðrar vísur, sum Mortan G. Berjastein hevur skrivað, á skránni.
Í gjárkvøldið var so diskotek við Jan Gardar.
Leygardagin er café í húsinum, og tá kunnu fólk vitja inn og hyggja eftir húsunum.
Leygarkvøldið verður barnatiltak við Angelu, Bobo og Fjotto, og eftir midnáttarsamkomuna verður dansur við bólkinum Driv.
Sunnudagin er aftur café í Mentanarhúsinum, og kvøldið verður rundað av við dansi, har Jens Marni Band fer at spæla.