Tónleikur: - Nýggir bólkar sett dagsskránna í ár

- Vit síggja Konni Kass, Danny and the Veetoes og Kata hava gjørt nógv um seg í 2016, sigur Rólant Waag Dam, samskipari av FMA.

Nú er tónleikaárið 2016 farið at halla, og um tríggjar mánaðir skulu summi av teimum bestu í 2016 heiðrast fyri síni avrik, tá ið FMA verður á skránni í Norðurlandahúsinum.

 

Arbeiðsbólkurin í FMA er í gongd at kalla alt árið, og tað sama er samskiparin av tiltakinum, Rólant Waag Dam. Nú árið er farið at halla ber til at síggja, hvussu árið fer at laga seg tónlistarliga, tá ið avtornar.

 

 

- Hetta hevur verið eitt spennandi ár og øðrvísi ár samanborið við í fjør. Tá settu fleiri av okkara royndu tónleikarum sín dám á árið, til dømis Eivør, Marius, Annika Hoydal og Hallur Joensen, sum øll góvu út fløgur. Í ár eru tað í størri mun nýggir bólkar, ið hava sett dagsskránna, sigur Rólant Waag Dam og heldur fram.

 

 

- Konni Kass er ein bólkur, Danny & The Veetos ein annar og Kata ein triðji, sum øll hava útgivið fyri fyrstu ferð, vísir hann á.

 

 

Aftrat teimum hava vit onnur, sum aftur eru útgávuaktuell eftir drúgvan steðg.

 

- Til dømis Heiðrik á Heygum, Lena Anderssen og 200. Hetta eru bara útgávur, vit tosa um her. Skulu vit tosa um øll tey mongu stakløgini, konsertirnar og festivalarnar, er tað ein uppaftur longri søga, sigur Rólant Waag Dam.

 

 

Einki tónleikaár er líka, og tí verður heldur einki FMA líka.

 

 

- Vit hava broytt og tillagað tiltakið hvørt ár. Tað fara vit eisini at gera í ár. Vit hava fingið fleiri royndir, fleiri hugskot og nýggj fólk í arbeiðsbólkin. Júst hvussu tað kemur at merkja tiltakið, samskifta vit um í løtuni, men fólkið í salinum og heima í stovuni fer at síggja broytingar og batar, tá tey hyggja eftir FMA 2017 og samanbera við FMA 2016, sigur Rólant Waag Dam.