Fleiri tiltøk eru at fara til í Vági um vikuskiftið Í vikuskiftinum er nógvur tónleikur á skránni í Stóra Pakkhúsi í Vági.
Fríggjakvøldið spæla Fimmboði Lisberg og Sámal Ravnsfjall. Bæði Fimmboði og Sámal hava spælt í Stóra Pakkhúsi fyrr, men hetta verður fyrstu ferð, at teir báðir spæla saman.
Fríggjakvøldið er húsið opið frá kl. 22.00 - 04.00. Húsið er tó eisini opið frá kl. 17.00 - 20.00, tá tann fasti Fimmarin er á skránni.
Leygarkvøldið koma teir altíð væl-upplagdu og væl dámdu Uni Debess og Tróndur Enni at spæla í Stóra Pakkhúsi. Uni Debess og Tróndur Enni eru ikki ókendir gestir í Stóra Pakkhúsi, og plaga teir at draga nógv fólk í húsið, tá teir spæla.
Morgunkaffi á Marknoyri
Morgunkaffi verður í Caféini á Marknoyri leygarmorgunin frá 09.00-12.00, har kaffi og morgunbollar kunnu keypast.
Seinni um dagin verður tónleikaframførsla við tónleikarunum úr kvøldskúlanum í Sumba, undir leiðslu av Finnboga Lisberg. Tey spæla áðrenn framløguna av bókini Seyðalitir, ið verður kl. 15.00.
Eftir at bókin er løgd fram, og fólk kunnu keypa bókina og fáa hana signeraða, spæla tónleikararnir aftur.