Tónleikur í Leikalund

Tey, ið dáma væl at hoyra livandi tónleik fáa eitt gott høvi til hetta á stevnuni leygardagin.

At so hetta tiltakið verður hildið í hugnaligum umstøðum í Leikalund sum ein tónleikacafé, ger tað bara enn meiri spennandi.

Henda serstaka Leikalund-café’in letur upp klokkan 15 leygardagin, og frá klokkan 20 fara trý fólk at framføra.

Tey trý eru Hanna Jensen, Petur Martin Jóhannesen og Kristian Hansen, og fara tey at framføra einar tveir tímar ella so.