Tónleikur hjálpir ímóti angist og strongd

Við at kanna samanbera meiri enn 400 kanningar um samband millum tónleik og heilsu eru kanadiskir granskarar komnir eftir, at tónleikur kann virka betur ímóti angist enn heilivágur

Øll vita, at tónleikur hevur ella kann hava góða ávirkan á hýrin á fólki, men hóast nógvar kanningar hevur tað verið torført at fáa nakað haldgott nevrokemiskt prógv fyri, hví so er. Kortini settu kanadisku granskararnir Mona Lisa Chanda og Daniel J. Levitin fær fyri at gera eina roynd.
Tey bæði hava ikki gjørt nakra nýggja kanning, men hava samanborið úrslitini av meiri enn 400 kanningum, sum onnur hava gjørt. Málið var at gera eina heildarmynd av, hvussu tónleikur kann hava heilsubøtandi ávirkan á heilan.
Teir báðir granskararnir skriva í síni frágreiðing, at tað er neyðugt við fleiri kanningum fyri at fáa eina veruliga mynd av, hvat gagn tónleikur kann gera í heilsuhøpi. Men teir vísa samstundis á, at ferðlítil tónleikur við lágari tónalegu hjálpir ímóti strongd og angist hjá fólki, sum skulu til eina skurðviðgerð ella til tannlækna, og at tílíkur tónleikur eisini er gagnligur fyri fólk við hjartasjúku. Harafturat vísir tað seg, at rútman í tónleikinum kann ávirka hjartarútmuna og andadráttin hjá fólki. Og so vísti tað seg, at strongdhormonið kortisol minkaði munandi, um fólk lurtaðu eftir tónleiki.