Tónleikur hjálpir dementum

Tónleikur kann hjálpa ímóti órógvi, tunglyndi og angist hjá fólkum við demens.

Tað vísir ein nýggj kanning frá universitetinum í Aalborg, sum bleiv almannakunngjørd í gjár.

- Kanningin vísir, at fólk, ið eru miðal ella ógvuliga illa rakt av demens, gerast meira rólig, um tey fáa tónleikaterapi. Soleiðis sigur Hanne Mette Ochsner Ridder, professari á Aalborg Universiteti.

Av tí at tónleikur ger demensraktar persónar meira róligar, eru útlitini at brúka tónleikaterapi sum viðgerðarhátt rættiliga góð. Tað metir professarin úr Aalborg.

- Tað merkir, at vit vónandi kunnu gera nakað við trupulleikan av ovurnýtslu av heilivági á demensøkinum, sigur hon.