Nýliga almannakunngjørdu nøvnini, ið koma og spæla á Roskilde, vísa, at festivalurin í ár ætlar at fáa nógv útlendsk listafólk at upptraðka. Millum nýggju bólkarnar fevna nevniliga um ein kristnan, amerikanskan bólk, ein suðurafrikanskan townshipbólk og ein eysturevropeiskan sigoynarabólk.
The Campbell Brothers fara at broyta Roskilde Festivalin til eina svingandi guðstænastu. Bólkurin stendur nevniliga av nøkrum sera evnaríkum tónleikarum frá kirkjuni House of God og tey spæla ein livandi, áhugaverdan gospeltónleik.
Extra Golden blanda kenyanskt popp við amerikanskt indierokk og úrslitið av hesum er bergtakandi ? tað kann bert upplivast live.
La Shica spæla flamenco av einum øðrum slag, enn vit eru von við. Ístaðin fyri tann siðbundna, gamla flamencotónleikin blandar bólkurin bæði hiphop, bossanova og jazz inn í framførsluna og hetta gevur flamenco ein stíl, ið hóskar saman við nýggju tíðini.
Shantel er maðurin, ið hevur ført Balkan-beat?ið inn í evropeiskar dansiklubbar, har brúdleypstónleikur verður blandaður við house- og techorútmum. Saman við Bucovina Club Orkestar skína hansara stóru tónlistarligu gávur ígjøgnum.
Tumi and the Voluma er eitt vitni um vaksandi hiphop-senuna í Suðurafrika. Tónleikur teirra, ið er sera væl egnaður til at verða spældur live, er við íblástri frá bæði jazz, funk og raggae.









