Hugurin til at eta verður í stóran mun ávirkaður av, hvussu stemningurin er á matstovuni, tú situr á. Rætti tónleikurin og rætta ljósið kann gera, at tú etur minni mongdir av mati. Tað vísir ein nýggja kanning.
- Vit broyttu innbúgv, ljóð, ljós og annað í eini fastfood-matstovu. Úrslitið sigur okkum, at bleytur tónleikur og dempað ljós fær matstovugestirnar at eta færri kaloriur og harafturat njóta gestirnir matin meir, sigur maðurin, sum hevðu staðið fyri kanningini, Brian Wansink. Hann er professari í marketing og leiðari á kanningarstovuni Cornell University´s Food and Brand.
Bleyti tónleikurin og ljósið fekk tó ikki matstovugestirnar til at bíleggja annan mat, enn tey annars høvdu gjørt. Men broytu umstøðurnar fingu fólkini at eta 18 prosent minni av tí, tey høvdu bílagt. Tað vil siga 775 kaloriur ístaðin fyri 949 kaloriur. Sambært gestunum var eisini lættari at njóta matin.
Úrslitini av kanningini eru at síggja í online útgávuni av Psychological Reports.