Pauli í Sandágerði hevur gjørt eitt tónleikaverk í sambandi við hátíðarhaldið í skúlanum á Argjahamri klokkan 15 í dag. Tað er mentamáladeildin hjá Tórshavnar Kommunu, sum hevur heitt á tónaskaldið um at gera hetta verk, sum er í fýra satsum við sjáldsama heitinum »Infinitesimal googol«, har Pauli í Sandágerði hevur skrivað tónleikin og Sigmund Poulsen tekstin.
Verkið verður framført á hátíðarhaldinum í Skúlanum á Argjahamri í dag.
Nevnast kann, at Jóannes Andreasen spælir klaver, Ólavur Øster spælir guitar og Christina Andersen spælir fagott. Hanus G. Johansen og kórið Cantabile syngja og Pauli í Sandágerði stjórnar.