Tónleikarar sviknir av Múrinum

Føroyski tónleikararnir, ið framførdu við Múrin, fáa eftir øllum at døma onga løn fyri teirra arbeiði. Við Múrin hevur enn ikki goldið føroysku tónleikarunum løn, og sannlíkindi eru fyri, at tónleikararnir sláa seg saman ímóti fyrireikarunum. Fleiri av tónleikarunum, ið luttóku á ársins festival við Múrin vátta fyri Planet.fo, at eingin løn er komin enn. Ein kelda sigur soleiðis.

 

-Fyrireikarar av Múrinum hava sagt okkum, at eingir pengar eru eftir, tí bert 4-5000 atgongumerki vóru seld til festivalin. Men tað er ófatiliga vánaligt, at fyrireikarar ikki frammanundan tryggjaðu sær, at stuðlar og annað vóru uppí leikinum. Og at vænta 10.000 fólk til fyrsta tiltakið er beinleiðis óseriøst, sigur keldan, ið ynskir at verða dulnevnd.

 

Víðari verður sagt.

-Vit hava fingið at vita, at vit møguliga fáa løn um eini tvær til tríggjar vikur, men bert um onkur stuðul vil rinda lønina. Men eg dugi illa at ímynda mær, at stuðlar koma uppí leikin eftir festivalin, bert til at gjalda rokningar, sigur ein kelda.

 

Tónleikararnir sláa seg saman

Tað fellur ikki á góða jørð, at tónleikararnir ikki enn hava fingið sína løn útgoldna, og tískil er nú talan um, at tónleikararnir sláa seg saman móti fyrireikarunum.

 

- Vit ætla okkum ikki at finna okkum í hesum, og tískil hevur tað verið uppá tal, at vit sláa okkum saman ímóti fyrireikarunum av Múrinnum, sigur ein kelda, ið enn ikki kann vísa á júst, hvussu hetta verður gjørt.

 

Starvsfólkini kenna seg svikin

Tað eru ikki bert teir føroyski tónleikararnir, ið kenna seg sviknar av fyrireikarunum við Múrin, tí heldur ikki tey, ið arbeiddu á festivalinum og mánaðirnir undan, fáa løn.

Fleiri keldur vátta fyri Planet.fo, at eftir festivalin fingu tey boð um, at lønin ikki kom hissini, hóast mong teirra áttu fleiri mánaðir í løn.

-Eg fekk boð um, at eg onga løn fekk fyri tann seinasta mánaðin, og tískil gavst eg uppá standandi fót, sigur eitt fyrrverandi starvsfólk av festivalinum við Múrin.

 

 

Spyrjandi fyrireikarar

Mark Joensen, ein av fyrireikarunum av festivalinum við Múrin, sigur seg als ikki vita hvør trupulleikin er. Hann sigur soleiðis um støðuna.

 

- Vit hava givið øllum boð um, at tey fáa lønina, men at hon ikki kemur fyrr enn um tvær til tríggjar vikur. Hetta merkir ikki, at tey onga løn fáa, sigur Mark Joensen, ið er ovfarin av, at tónleikarar kenna seg sviknar.

 

Helst er seinasta orðið í hesum málið ikki sagt, men Planetin fylgir gongdini.