Tónleikarar spæla fyri Haiti

Leygarkvøldið verður LaTerrasse á Tórsgøtu karmur um eitt stuðulstiltak til frama fyri tey neyðstøddu, eftir hervuliga jarðskjálvtan á Haiti. Øll hava vit sæð myndir av ræðuleikanum, sum valdar á Haiti í løtuni, og verður nú møguleiki fyri at geva eitt lítið íkast til hjálpararbeiðið. Tiltakið byrjar leygarkvøldið 16. januar 2010, kl. 21.00.

 

Í hesum sambandi fara nakrir av fremstu tónleikarunum í landinum á pall á LaTerrasse at framføra, fyri at gera sítt íkast til tey neyðsøddu. Millum nøvnini, sum vera at hoyra, kunnu nevnast Kim Hansen, Sámal Ravnsfjall, Terji Rasmussen og Martin Joensen.

 

Eisini verður uppboðsøla á skránni, har møguleiki verður fyri at ogna sær eitt gávukort ella onkran lut fyri ein bíligan penga og samstundis verða við til at stuðla.

 

Kostnaðurin fyri tiltakið er kr. 100,- ið, eins og peningurin, sum kemur inn frá uppboðsøluni, eisini fer óskerdur til Reyða Kross Føroya.

 

Eisini verða bússur frá Reyða Krossi frammi, soleiðis, at tey, ið hava hug at lata eina eyka peningagávu eru vælkomin til tess.