Jón Tyril, Rani Nolsøe, Terji Rasmussen og Niels Uni Dam eru kendir sum profilar í føroyskum tónleikalívi. Teir eru kendir úr tónleikabólkum sum Clickhaze, Frændur, Føstufressar og MC Hár og hava allir verið nógv frammi seinastu árini.
Týsdagin bjóðaðu teir av í politikki, men eingin teirra stóð seg serliga væl.
Tann, sum fekk frægastu persónligu undirtøkuna, var Jón Tyril, ið var nummar 6 á Tjóðveldislistanum í Eysturoynni við 55 atkvøðum.
Hann hevði tó ongan kjans ímóti teimum meira garvaðu monnunum í flokkum ? Torbjørn Jacobsen og Hans Tausen Olsen.
Ikki í nánd av sessi
Rani Nolsøe er kommunupolitikari í Klaksvík, og hesaferð royndi hann seg til løgtingsvalið. Hann gjørdist nummar 4 á Tjóðveldislistanum í Norðoyggjum við 42 atkvøðum, og heldur ikki hann kundi gera nakað við teir meira royndu politikararnar, Karsten Hansen og Heina O. Heinesen, sum fingu nógv fleiri atkvøður.
Terji Rasmussen stillaði upp fyri Sjálvstýrisflokkin í Suðurstreymoy, og hann fekk 29 atkvøður og gjørdist nummar 5 á listanum. Sjálvstýrisflokkurin fekk bert ein tingmann, og hann kom í Eysturoynni
Niels Uni Dam endaði sum nummar 9 á Tjóðveldislistanum í Suðurstreymoy við 29 atkvøðum. Í Suðurstreymoy fekk Tjóðveldisflokkurin tríggjar tingmenn, men Niels Uni kom ikki upp á tal til teir sessirnar.
C-vitaminir munaðu
Ein annar maður, sum gjørdi vart við seg í kjakinum um umstøðurnar hjá tónleikinum, hevði eitt óført val.
John Johannessen, sum er kendur sum tíðindamaður í Sjónvarpinum, mælti til at geva føroyskum tónleiki c-vitaminir, og hóast virðislønt skald helt lítið um boðskapin hjá honum, kom John syngjandi á ting við 380 persónligum atkvøðum. Merkistvert var tað, at hann var frammanfyri royndar politikarar sum Helenu Dam á Neystabø, Katrin Dahl Jacobsen og Elin Lindenskov.
Johan í Kollafirði hevur verið skemtiligt íkast til valið hesaferð, men hann er eisini tónleikari, og skal tosast um tónleikaliga kapping, so var Johan í Kollafirði vinnarin, tí hann fekk 340 persónligar atkvøður í Suðurstreymoy.