Tíðindaskriv
Tónleikacafé verður í Pætursastovu dagarnar undan jólum. LISA (Listafólkasamband) og Plátufelagið Tutl skipa fyri livandi tónleiki og fløgu- og bókasølu. Eisini verður høvi at keypa ein heitan drekkamunn og okkurt gott afturvið.
Konsertskráin er:
mikudagin, 18. desember
kl. 16:15 - 16:45 Kári Sverrisson og Mikael Blak
kl. 17:15 - 17:45 Kári Sverrisson og Mikael Blak
kl. 18:15 - 18:45 Heðin Ziska Davidsen og Uni Debess
kl. 19:15 - 19:45 Martin Joensen
hósdagin, 19. desember
kl. 16:15 - 16:45 Kristian Blak
kl. 17:15 - 17:45 Kári Sverrisson og Mikael Blak
kl. 18:15 - 18:45 Eyðun Hansen
kl. 19:15 - 19:45 Eivør Pálsdóttir
fríggjadagin, 20. desember
kl. 16:15 - 16:45 Búi Dam og Rógvi á Rógvu
kl. 17:15 - 17:45 Búi Dam og Rógvi á Rógvu
kl. 18:15 - 18:45 Kristian Blak
kl. 19:15 - 19:45 Eivør Pálsdóttir
leygardagin, 21. desember
kl. 16:15 - 16:45 Kristian Blak
kl. 17:15 - 17:45 Kristian Blak
kl. 18:15 - 18:45 Búi Dam og Rógvi á Rógvu
kl. 19:15 - 19:45 Búi Dam og Rógvi á Rógvu
sunnudagin, 22. desember
kl. 16:15 - 16:45 Heðin Ziska Davidsen og Uni Debess kl. 17:15 - 17:45 Martin Joensen
kl. 18:15 - 18:45 Heðin Ziska Davidsen og Uni Debess
kl. 19:15 - 19:45 Eyðun Hansen
Føroyskar bøkur, ið eru útkomin í ár, verða framsýndar og fáast til keyps. Tutl skipar fyri fløgusølu, og hevur alskyns góð jólatilboð við føroyskum tónleiki.
Opið verður frá mikudegnum 18. desember til sunnudagin 22. desember kl. 16 - 20 hvønn dag. Øll eru vælkomin, ókeypis atgongd.