Tónleikacafé fyri ung

Týskvøldið 21. mars kl. 19.30 verður skipað fyri tónleikacafé fyri ung yvir 14 ár á Klaksvíkar Bókasavni.
Tað verða ungfólk, sum fara at framføra, og tónleikurin verður blandaður alt frá rocktónleiki til klassiskan tónleik. Tey, ið fara at framføra, eru frá Klaksvíkar Tónlistaskúla og Klaksvíkar Hornorkestri. Eisini verður høvi at hoyra ein ungan rockbólk og ein sangbólk.
Hetta kvøldið ber eisini til at síggja og lána tær mongu tónleikabøkurnar, sum bókasavnið eigur.
Á caféini verður eisini okkurt leskiligt at fáa.