Tónleikablað: Rokkstjørnan Little Richard er deyður

Maðurin handan hittið »Tutti Frutti« er deyður. Litle Richard gjørdist 87 ár.

Tað skrivar tónleikablaðið Rolling Stone, sum upplýsir, at Danny Penniman, sonur Little Richard, váttar andlátið.

Veruliga navnið hjá Little Richard var Richard Wayne Penniman, men tað var undir listarnavninum, at hann gjørdist kendur kring heimin.

Við orku síni og serligu røddini fekk hann fólk á dansigólvini við hittum sum »Tutti Frutti« frá 1956.

/ritzau/