Tann 16. apríl verður áhugaverdur dagur í Suðuroynni. Tónleikalærarar og onnur arbeiða við at fyrireika tiltak, ið hevur heitið Suðuroyggin og mentanin ? um 2 ár og um 10 ár.
Enn er endalig skrá ikki gjørd, men longu er rættiliga greitt, hvør tekur lut og hvussu dagurin kemur at ganga.
Tað eru eini 2 ár síðani, at gongd veruliga kom á tónleikalívið innan Musikkskúlan í Suðuroynni. Ulf Nordlund hevur m.a. havt eydnu við sonevnda suðuroyarmodellinum, har tað m.a. í sera stóran mun verður roynt at fara eftir næmingunum og vekja áhuga fyri tónleikinum. Hetta hevur givið úrslit og eftir stuttari tíð er fjøltáttað næmingaorkestur í Vági, eins og tónleikurin blómar millum næmingar aðrastaðni í oynni.
Í fjør vóru eini tvey líknandi tiltøk. Eitt í Hvalba, har m.a. løgmaður hevði orðið, og tónleikastevna í Trongisvági, har ungu og óroyndu tónleikararnir sluppu at føra seg fram millum landsins royndu tónleikarar.
Nú verður so ljós varpað á tónleikin, mentanina og framtíðina. Arbeitt verður við fyrireikingunum til tiltakið og nærri verður at frætta um tiltakið seinni, men fyribilsskráin sær soleiðis út:
Skrá
kl. 12.45 Suðurrättin v/Oddur Hentze
- 13.05 Vælkommen v/Elin Nielsen
- 13.10 Søren Bruun
- 13.25 Rútmubólkur v/Dagfinn Olsen
- 13.40 Karin Brattaberg
- 13.55 Tvøroyrar Hornorkestur v/Trondur Enni
- 14.20 Kirsten Strøm Bech
- 14.35 Ljómur
- 14.50 Annlis Bjarkhamar
- 15.05 Brandur & Trondur Enni
- 15.15 Olavus Jespersen
- 15.30 Suðurrättin v/Oddur Hentze
- 15.45 John Johannesen
- 16.00 VágSkúlaOrkestur v/Ulf Nordlund
- 16.15 Johan Dahl
- 16.25 Harmonika v/Henzar Hammer & Jon Gulak
16.40 Hans Pauli Strøm
16.55 Tvøroyri Hornork,/Suðurættin/VágsSkúlaOrkestur
Røðararnir fáa eini 10 minuttir hvør at siga sína hugsan um framtíð og mentan í Suðuroynni.