Tónleikasjónbandið til sangin "Tá Slóðin er Grøn" til umhvørvisvikuna í Klaksvík er framleitt á heldur alternativan hátt.
Alvin Ellebye Andersen, sum hevur skrivað sangin, spælir øll ljóðførini og tikið upp, greiðir frá at allar trummur og slagverk í sanginum er skrell, tunnir, jarnpettir, stampar og annað, sum hann hevur funnið úti í náttúruni.
-Eg varð spurdur, um eg hevði nakað hugskot til umhvørvisvikuna, og kom tá við hugskotinum til sang úr ruski, endurnýttum tilfari og náttúruljóðum. Eg hugsaði, at tað hevði verið stuttligt at gjørt ein sang har teksturin snýr seg um, hvussu vit liva og um framtíðina hjá teimum, sum koma eftir okkum. Eisini vildi eg vísa á, at ting kunnu ofta nýtast til okkurt, hóast tað er skrell, sigur Alvin Ellebye Andersen.
Hann leggur afturat, at hann hevur verið úti í náttúruni og tikið øll ljóðini til sangin upp, lagt tey á telduna har hann síðani hevur gjørt rytmurnar.
Skrivað sangin hava Alvin Ellebye Andersen, Hans Andrias Olsen og Klæmint Klakk. Alvin spælir øll ljóðføri, og Eva Maria Brynhildardóttir syngur. Pætur Høj hevur filmað videolagið