- Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvir pengar vantandi koma inn í oljuavgjaldi í ár og hvussu stórur partur av hesum verður brúktur beinleiðis til orku- og umhvørvisátøk? Hendan spurning vil John Johannessen, løgtingsmaður, hava Bárð Nielsen, landsstýrismenn at svara á tingfundinum í dag.
Hann spyr eisini landsstýrismanninum, um tað er rætt skilt, at meginreglan við umhvørvisgjøldum er at betra um umhvørvisstøðuna? Um so er, kann landsstýrismaðurin so greina tinginum, hvussu oljuavgjaldið hevur gagnað umhvørvinum seinastu árini, spyr John Johannessen.
Eisini spyr hann Bárð Nielsen, um landsstýrismaðurin at enda kann greiða tinginum frá, hvussu hann í framtíðini kundi hugsað sær at samskipa umhvørvisgjøld og umhvørvispolitikk?
- Eingin ivi skal vera um, at tað er bæði rætt og skilagott at hava ávís umhvørvisgjøld, væl at merkja um hesi tæna umhvørvinum og eru sosial rættvís. Men í seinastuni hevur orðaskifti tikið seg upp um oljuavgjaldið upp á 70 oyru liturin, sum øll eru noydd at gjalda, skulu tey hava hita í húsinum. Hetta líkamikið um talan er um pensjónistar, einligar mammur ella fólk við millióna inntøkum, sigur John Johannessen.
Hann vísir á, at hetta sama brennioljuavgjaldið verður sagt at vera eitt umhvørvisgjald, ið hevur til endamáls at minka um oljunýtsluna og tæna umhvørvinum.
- Men so greitt er motivið við slíkum gjøldum ikki altíð, heldur hann.
John Johannessen sigur, at í Danmark hava tey eitt líkandi avgjald á biogassi, sum fjarhitamiðstøðir kring alt landið nýta. Hetta avgjaldið gevur milliarda inntøkur í danska statskassan. Nú ynskja hitamiðstøðirnar at gerast meira umhvørvisvinarligar við at leggja um frá luftdálkandi biogassinum til bíligan og umhvørvisvinarligan hálm, ið er til avlops fra danska landbúnaðinum.
- Hetta gleðir ikki danska fíggjarmálaráðharran. Umhvørvisvinarliga orkuframleiðslan gevur ov lítið í statskassan av umhvørvisgjøldum. Tískil hevur danska stórnin gjørt av at banna hitamiðstøðunum at leggja um til hálm. Grundgevingin er, at stjórnin ikki vil missa 700 milliónir krónur í umhvørvisavgjøldum.
- Niðurstøðan av hesum má sostatt vera, at endamálið hjá donsku VK stjórnini við umhvørvisgjøldum er, at tey skulu tæna kassanum og ikki umhvørinum, sigur John Johannessen.
Hann sigur seg ikki hava klárað at funnið nakran beinleiðis samanhang ímillum okkara umhvørvisgjøld og beinleiðis tiltøk at betra um umhvørvið. Tí verður hesin fyrispurningurin settur landsstýrismanninum í fíggjarmálum, fyri at fáa greiðu á, um okkara umhvørvisgjald er til fyri at tæna umhvørvinum ella kassanum.