Nevndin í Mentanargrunni Landsins hevur gjørt av, hvør skal hava starvslønir til listarligt og mentanarligt arbeiði. Trý ára starvslønin verður latin tónaskaldi. Hesi fáa tær longru starvslønirnar:
Tróndur Bogason Hansen, tónaskald, 3 ár
Eyð Matras, sjónleikari, 1 ár,
Marianna Mørkøre, listakvinna, 6 mánaðir,
Rannvá Káradóttir, listakvinna, 6 mánaðir.
Harumframt eru starvslønir latnar til 38 umsøkjarar.
Tilsamans 137 mánaðarlønir fyri góðar 3,4 milliónir eru latnar til týðingar og listaligt og mentanarligt arbeiði.
Tilsamans vóru 93 umsøkjarar, ið søktu um starvsløn fyri góðar 35 milliónir krónur. Av teimum vóru 42 umsóknir játtaðar.
Íverksetanarstudningur varð latin 3 umsøkjarum ? kr. 225.000 tilsamans. Umsøkjararnir vóru 11 í tali.