Tænarar gerast ongantíð ríkir

TÆNARI. Hóast hann um jóltíðir tænir fleiri av heimsins kendastu filmsstjørnum sum Omar Sharif og Elisabeth Taylor umborð á glæsiligum cruiseskipum í heitari høvum, so gongur leiðin kortini aftur til Føroya og Ísland á hvørjum sumri

Summarsiglingin hjá Norrønu er nú farin á halla, og útlendsku starvsfólkini umborð eru so smátt farin at pakka saman fyri síðani at leita heimeftir ella suður í heitari lond at arbeiða. Ein teirra er bosniarin Igo Piquka.

Níggju summar hesi seinastu 11 árini hevur Igo verið fastur fúsur í restauratiónini umborð á Norrønu. Kennist man ikki við navnið, so munnu mong tó kennast við henda høga, fryntliga, skjóta og sera professionella tænaran frá mongum hugnaligum løtum umborð á Norrønu.

Hvør er so hesin spelkni og myrkdæmdi fremmandamaðurin, sum eftirhondini líkasum er vorðin ein av okkara egnu - ein, sum í gerandisarbeiði sínum roynir at fáa fremmanda ferðamannin, sum er á veg til Føroya, at kenna eg væl!

Igo Piquka er føddur í syðra parti av Bosnia Herzegovina nærhendis býnum Mostar. Hesin býurin var millum teirra, ið fór illa í borgarakrígnum fyrst í 90-unum. Vit minnast ikki minst býin frá hansara á so stolta skjaldramerki, nevniliga hina víðagitnu miðaldarbrúnni, sum serbar bumbaðu.

Tvey ára gamal flutti pápin til Sarajevo, ið er høvuðsstaður í Bosnia Herzegovina. Í dag kennir Igo seg sum bosnara, men hann hevur eisini kroatiskan ríkisborgararætt. Foreldrini búgva enn í Sarajevo. Tey vóru eisini í býnum ta ræðuligu tíðina, tá býurin varð hersettur av serbum frá 1992 til 94.


Foreldrini í

hersetta Sarajevo

Igo vil helst ikki minnast aftur á hesa tíðina. Tí hon var so óhugnalig. Sjálvur sigldi hann tá við Norrønu um summarið og við týskum cruise-ferðaskipum um veturin. Hann hevði ikki samband við foreldrini í langa tíð.

Igo er rættiliga avgjørdur, tá man spyr hann um fortíðina og uppgerðina við serbar. Hann dylur ikki fyri, at hann hevur andstygd fyri Milosovic forseta, ið hann uttan nakað himpr samanber við Hitler. Eftir Hitler hevur hesin serbiski diktatorurin framt størsta fólkadráp í Europa í hesi øldini. -Eg skilji bara ikki, at fólk í Serbia framvegis stuðla Milosovic.

Í dag býr Igo, sum er 41 ára gamal og ógiftur, í Sarajevo, saman við foreldrum sínum. Har búgva eisini tvær systrar hansara. Igo hevur eisini eina íbúð í kroatiska høvuðsstaðnum Zagreb.


Til Týskalands

Hann tók útbúgving sum tænari í Sarajevo fyri meira enn 20 árum síðani. Hiðani gekk leiðin til Týskalands at arbeiða. Har var hann í tvey ár men helt, at tað kundi vera spennandi at royna tænaralívið á sjónum og tann vegin at uppliva og síggja heimin. Hann fekk tjans við við skipunum hjá Royal Viking Lines. Hetta var í 1982. Igo starvast enn hjá hesi fyritøkuni partar av árinum. Cruiseskip tess sigla um allan heimin. Hann hevur siglt á flestu av heimsins høvum og hevur tænt mongum kendum fólkum.

Í apríl mánað 1988 fekk Igo áheitan um at fara við Norrønu og arbeiða umborð summarrutunum hjá Smyril Line. Hann helt tilboðið ljóðaði spennandi og var hetta eisini nakað annað enn siglingin í fjareysturi og í Karibiska havinum. So væl dámdi honum skipið, rutuna og ferðafólkini, at hann er komin aftur á nærum hvørjum sumri. Uttan at nakar varnaðist tá, so var Igo umborð, tá summarsiglingin tók seg upp ár eftir ár. Á henda hátt hevur hann hesi seinastu elluvu árini verið tænari á Norrønu í níggju summar.


Dámar væl

Honum dámar væl skipið, hóast tað er við at gerast nakað gamalt. Sjálvur sær hann fram til, at Smyril Line skal fáa eitt nýtt skip. Tað er tiltrongt heldur hann.

-Mær dámar sera væl her umborð. Tað at arbeiða saman við føroyingum og at skula tæna føroyingum og øðrum fólkum hugar mær sera væl.

Hóast málið er enskt, so hevur hann lært seg so frægt av føroyskum, at hann skilur, hvat føroyingar siga. Og so tekur hann eisini til onkra føroyska glosu, tá tað liggur fyri.

Igo dámar væl Føroyar og føroyingar. Hóast mentanin í Føroyum og fólkini her eru so nógv øðrvísi enn landsmenninir í heimlandinum, so heldur Igo, at tað er nakað serstakt og positivt við oyggjafólki. Ein føroyingur og ein týskari t.d. eru so ymiskir. Føroyingar eru so stillførir og ?relaxed?, meðan eitt nú týskararnir ganga eftir klokkuni alla tíðina.


Óspilt náttúra og friðsæla

Igo ivast ikki í, at tað verður brúk fyri Smyril Line og Norrønu langt inn í næstu øld. Hann hevur tænt so mongum fólkum úr nógvum ymsum londum, at hann heldur seg við vissu kunna siga, at hesi ferðafólkini virðismeta Føroyar og Ísland so ómetaliga nógv, at tey fara at koma aftur og aftur, og tey fara at siga øðrum frá sínum upplivilsum.

-Tað, sum dregur, er serstakliga hetta, at londini hava ? pure nature?. Hesi ferðafólkini velja náttúruna framum hitan, og eg haldi sjálvur, at bæði Føroyar og Ísland eru vælegnað ferðamál fyri europearar, sum vilja njóta frítíðina við tí friðsælu, sum ein óspilt og vøkur náttúra hevur at bjóða. Hesi fólk eru von við at síggja so nógv fólk og við so nógv stress, at fyri tey er tað at vitja Føroyar og Ísland, ein kærkomin gáva sigur Igo og leggur aftrat, at hetta eru tankar og kenslur tú fær fram, tá tú starvast sum tænari og borðreiðir fyri teimum góðan mat og drekka.

Igo heldur ikki, at tað er rætt, sum onkur vil vera við, at ferðafólkini, sum brúka hesa rutuna, bara eru áhugað í at vitja ísland. -Eg havi hoyrt so mong fólk tosa um, hvussu vakurt og gott tað er at vera í Føroyum eisini. Tí haldi eg eisini, at myndugleikarnir í Føroyum, sum taka sær av ferðavinnu, eiga at gera seg til reiðar at kunna hýsa nógv fleiri ferðafólkum í framtíðini. Við hesum sipar hann eisini til ta løtuna, tá Smyril Line hevur fingið eitt nýtt og størri skip.


Gott ?slag? av ferðafólki

Igo heldur eisini, at hetta slagið av ferðafólki, sum velur at ferðast til Føroyar og Ísland, eru góð ferðafólk, tí tey tveita ikki um seg við burturkasti ol., og tey gera sum heild lítið um seg.

-Fáa vit eitt nýtt skip, so verður pláss fyri fleiri fólkum og fleiri bilum. Tað verður so helst eisini bíligari hjá hvørjum einstøkum at ferðast henda vegin. Og umstøðurnar umborð fara so eisini at vera nógv betri. Tað haldi eg fer at draga fleiri ferðafólk henda vegin.

Igo heldur, at tørvur er á einum skipi, har tað ikki minst er meira pláss, so fólk kunnu eisini vera fyri seg sjálvan, eitt nú rúm til kortspæl, talv ol. men eisini felagshøli sum náttklubbar ol. Við sínum drúgvu royndum frá sigling við cruiseskipum í Karibia og í Kyrrahavinum veit Igo, hvussu nógv tað hevur at siga eisini at hava fjølbroytt tilboð til gestirnar.

Hann sigur seg annars hava hoyrt, at aðrir nú eisini ætla sær undir hesa rutu, men hann heldur, at Smyril Line hevur so drúgvar royndir og hevur brúkt so nógva tíð til at arbeiða hesa rutu upp, at tað verður torført hjá øðrum at koma inn á marknaðin.


Bert ein heilt ringan túr

Hóast Atlantshavið og Norðsjógvurin kunnu vera ringt farvatn, so minnist Igo bert ein serstakan ringan túr við Norrønu. Hetta varð í 1994. Tá varð veðrið sera sera vánaligt, og tað var lítið hugaligt at sigla um Norðsjógvin við ferðafólki. Hetta mundi vera í byrjanini av august mánað.

-Men eg skal viðganga, at eg havi ongantíð verið serliga bangin, tí eg havi mett, at vit altíð hava havt sera góð fólk á brúnni.

Øll árini við Norønnu hevur Igo arbeitt har frammi í restauratiónini. Hann sigur seg trívast væl saman við føroyingum, sum arbeiða umborð men heldur teir kanska vera í so smædnar, og tá vit spyrja hann, hvat hann kundi hugsað sær øðrvísi við føroyingum, so heldur hann fyri, at vit áttu kanska at verið eitt sindur meira opin og tosa meira. Men hann vónar, at okkurt av tí hann hevur lært og ikki minst tær royndir hann hevur gjørt umborð á cruiseskipum um allan heim kunnu koma øðrum umborð á Norrønu til góða.

-Eitt tað mest umráðandi í arbeiðinum sum tænari er hvussu tú tosar við fólk. Tann fyrsta kontaktin er sera týdningarmikil, og tú mást verða blíður og smíla. Hetta er eitt hart arbeiði.

Øll hesi nýggju árini hann hevur verið við Norrønu hevur hann ikki havt nakrar serliga trupulleikar við fólki. Fólk duga væl at bera seg at og hóast tey hava fingið nakað í høvdið, so eru tey sera friðalig. Tey eru glað og syngja, men gera ongar ónáðir.


Heim til Sarajevo

Nú er henda summarsesongin við Norrønu við at vera av. Hon endar 15. september, og tá fer Igo heim til Sarajevo at halda frí í eina tíð. Móti jóltíðum leitar hugurin aftur til arbeiðið á havinum, og hann fer tá aftur við einum stórum og nútímans ferðamannskipi, hesaferð helst um Floridaleiðina og í Karibiska havið.

Igo hevur siglt við ferðamannskipum kring allan heimin. Eitt skifti var hann í Kina, og tað dámdi honum sera væl.

-Vil tú uppliva verðina, so er arbeiði umborð á einum cruiseskipi tað rætta sigur Igo, men hann dylur ikki fyri, at tú verður ikki nakar ríkur maður at arbeiða sum tænari.

-Tænarar gerast ongantíð ríkir, men hetta er eitt frálíkt arbeiði, har tú lærir at kenna fólk og uppliva heimin.


Fáið tykkum fleiri børn

Hóast Igo er útlendingur, so fylgir hann eisini við í prátinum um framtíð Føroya. Sjálvur heldur hann, at vilja føroyingar vera sjálvstýrandi, so eiga danir at loyva teimum tað.

-Tað eru so mong onnur lond við lítlum íbúgvaratali, sum gerast sjálvstøðug, eitt nú Monaco, Monte Carlo oo. Tit eru ein tjóð í vøkstri. Men eg haldi, at tit áttu fingið tykkum uppaftur fleiri børn, soleiðis at tit vóru fleiri í framtíðini at standa fyri hesum landi. Eg ynski tykkum eisini góða eydnu við komandi olju- og gassleiting. Vónandi finna til olju leggur Igo Piquka aftrat. Sjálvur hevur hann lagt til merkis øll hesi seinastu árini hann hevur siglt við Norrønu, at boripallarnir koma nærri og nærri Føroyum. Nú liggja teir so nær Føroyum, at tað er næstan stytri frá teimum til Havnar enn til Lervick sigur Igo brosandi.

Igo er so smátt farin at gleða seg til nakrar frídagar heima í Sarajevo og í Zagreb. Skjótt nærkast jólum, og so fer hann aftur í arbeiðsklæðini. Hóast ruturnar eru tær somu, so eru fólkini ongantíð tey somu. Altíð onkur nýggj og spennandi andlit. Millum mongu kendu fólkini, sum Igo hevur borðreitt fyri, eru kendir sjónleikarar sum Omar Sharif og Elisabeth Taylor og amerikanski rúmdarmaðurin, Aldrin, ið var millum teir fyrstu á mánanum.

Og gongst sum ætlað verður Igo Piquka aftur at síggja rundan um Kalda borðið umborð á Norrønu næsta summar.