Sagt verður frá góðveðrið um vikuskiftið, og leygarkvøldið bjóðar Leikalandið í Klaksvík til túnadans Við rungandi tónleiki og festivalstemningi í býnum bjóðar Leikalandið eisini til hugnaligan túnadans og ?syngið við løtu? í stuttleikagarðinum á Ziskatrøð. Frá klokkan 21 fer ein dansibólkur við Karl Martin Samelsen, Hans Hjalti Skaale, Jógvan Fróðin Baldvinsson og Jens Pauli Joensen at spæla og undirhalda heilt inn í junimánað.
Leikalandið í Klaksvík letur upp leygarmorgunin klokkan 10 við borgmeistararøðu og morgunmati. Omaná rundstykkini verður ein rúgva av spennandi aktivitetum og undirhaldi fyri børn í øllum aldri á skránni.
Hóast skúlagarðurin á Ziskatrøð frammanundan er stúgvandi fullur av leikum og undirhaldi allan leygardagin, so kundu fyriskipararnir ikki lata góðveðrið fara framvið Føroyum uttan at bjóða fólki eina serliga uppliving undir bláum himli. Hetta er fyrsti túnadansurin í Klaksvík í nýggjari tíð.